Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Fáa tey deyðu veruliga lívið aftur?

Fáa tey deyðu veruliga lívið aftur?

Svarar tú ...

  • ja?

  • nei?

  • kanska?

 BÍBLIAN SIGUR

„Uppreisn verður.“ — Ápostlasøgan 24:15, umseting eftir Victor Danielsen.

HVØNN TÝDNING HEVUR HETTA FYRI TEG?

Tú verður uggaður, tá ið tú missir ein kæran. — 2 Korintbræv 1:3, 4.

Tú sleppur undan at vera ovurhonds bangin fyri at doyggja. — Hebrearabrævið 2:15.

Tú fært trygga vón um aftur at vera saman við tínum kæru, sum tú hevur mist. — Jóhannes 5:28, 29.

 KUNNU VIT VERULIGA TRÚGVA TÍ, BÍBLIAN SIGUR?

Ja, í minsta lagi av trimum orsøkum:

  • Gud hevur skapt lívið. Bíblian sigur, at Jehova Gud er „kelda lívsins“. (Sálmur 36:10; Ápostlasøgan 17:24, 25) Hann, ið gav øllum livandi skapningum lív, er sjálvandi eisini førur fyri at geva teimum deyðu lívið aftur.

  • Gud hevur áður reist menniskju upp frá deyðum. Í Bíbliuni eru átta frásøgur um menniskju — ung, gomul, menn og kvinnur — sum fingu lívið aftur á jørðini. Summi høvdu bara verið deyð eina løtu, men ein av teimum hevði ligið í grøvini í fýra dagar! — Jóhannes 11:39-44.

  • Gudi leingist eftir at gera tað aftur. Jehova hatar deyðan; hann metir hann sum ein fígginda. (1 Korintbræv 15:26) Honum ’leingist’ eftir at vinna á hesum fígginda, at gera deyðan til einkis við uppreisnini. Hann gleðir seg til at reisa tey upp aftur, sum eru í hansara minni, og at síggja tey liva aftur á jørðini. — Job 14:14, 15.

 HUGSA UM HETTA

Hví verða vit gomul og doyggja?

Bíblian svarar hesum spurninginum í FYRSTU MÓSEBÓK 3:17-19 og í RÓMBRÆVINUM 5:12.

LÆR MEIRA

Hvør vón er fyri tey deyðu?

Hvat hendir okkum, tá ið vit doyggja? Fara vit nakrantíð at síggja okkara kæru aftur?