Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Bíblian — hvør er boðskapurin?

 10. PARTUR

Sálomo stjórnar við vísdómi

Sálomo stjórnar við vísdómi

Jehova gevur Sálomo eitt víst hjarta. Meðan Sálomo er kongur, gleðast ísraelsmenn um einastandandi frið og ríkidømi

HVUSSU hevði lívið verið, um ein heil tjóð við sínum stjórnara gav seg undir Jehova sum fullveldisharra og fylgdi lógum hansara? Svarið varð givið tey 40 árini, Sálomo var kongur.

Áðrenn Dávid doyði, valdi hann sonin hjá sær, Sálomo, til eftirmann. Í einum dreymi bað Gud Sálomo siga, hvat hann ynskti sær. Sálomo bað um vísdóm og kunnskap, so hann kundi døma fólkið rættvíst og skilagott. Henda áheitan gleddi Jehova, og hann gav Sálomo eitt víst og vitugt hjarta. Jehova lovaði honum eisini ríkidømi, æru og eitt langt lív, um hann varð verandi lýðin.

Sálomo gjørdist víðagitin fyri vísu dómar sínar. Í einum føri trættust tvær kvinnur um eitt pinkubarn, sum báðar søgdu seg vera mamma at. Sálomo segði, at drongurin skuldi høggast sundur í tveir partar, so kvinnurnar kundu fáa hvør sína helvt. Fyrstu kvinnuni dámdi væl hugskotið, men rætta mamman bønaði alt fyri eitt Sálomo um at geva hinari kvinnuni barnið. Nú visti Sálomo við vissu, at kvinnan, sum hevði samkenslu, var mamman, og hann gav henni dreingin. Stutt eftir hevði alt Ísrael hoyrt um hesa dómsavgerð, og fólkið skilti, at Sálomo hevði fingið vísdóm sín frá Gudi.

Eitt av størstu avrikunum hjá Sálomo var at byggja tempul Jehova — ein prýðiligan bygning í Jerusalem, sum skuldi vera miðdepil fyri tilbiðjanina í Ísrael. Tá templið varð vígt, bað Sálomo til Gud og segði: „Himlarnir, ja, Himlar Himlanna, taka Teg ikki — hvussu mikið minni tá ikki hetta húsið, ið eg havi bygt!“ — 1 Kongabók 8:27.

Tíðindini um Sálomo frættust til onnur lond, heilt til Saba, sum lá í Arabia. Drotningin í Saba kom ferðandi langar leiðir fyri at síggja dýrd og ríkidømi Sálomos og fyri at vita, hvussu stórur vísdómur hansara var. Drotningin var so bergtikin av vísdómi kongsins og ríkidøminum í Ísrael, at hon lovaði Jehova, ið hevði sett ein so vísan kong í hásætið. Ja, við signingini frá Jehova var tíðin, tá Sálomo var kongur, eyðkend av størsta ríkidøminum og friðinum nakrantíð í fornaldarsøgu Ísraels.

Tíverri gavst Sálomo at fylgja vísdóminum frá Jehova. Hann læt ikki leiðbeining Guds við seg koma og fekk sær fleiri hundrað konur, teirra millum nógvar, ið tilbóðu fremmandar gudar. So líðandi vendu konurnar hjarta hansara burtur frá Jehova, so hann fór at dyrka avgudar. Jehova segði Sálomo frá, at ein partur av ríkinum fór at vera skrætt úr hondum hansara. Men vegna lyftið, Jehova hevði givið faðir Sálomo, Dávidi, skuldi ein lítil partur verða verandi í hansara ætt. Hóast fráfall Sálomos helt Jehova trúfastur sáttmálan um eitt ríki, sum hann hevði gjørt við Dávid.

— Grundað á Fyrru Kongabók, kapittul 1 til 11; Aðru Krønikubók, kapittul 1 til 9; Fimtu Mósebók 17:17.