Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Bíblian — hvør er boðskapurin?

 18. PARTUR

Jesus ger undur

Jesus ger undur

Jesus vísir við undrum sínum, hvussu hann fer at útinna sítt kongsvald

GUD gjørdi Jesus føran fyri at gera nakað, sum onnur menniskju ikki kundu. Jesus gjørdi nógv undur — ofta meðan heilir skarar hugdu at. Hesi undrini vístu, at Jesus hevur vald á fíggindum og trupulleikum, sum ófullkomin menniskju ongantíð hava verið før fyri at fáa bilbugt við. Latið okkum taka nøkur dømi.

Hungur. Fyrsta undrið, Jesus framdi, var at gera vatn til vín. Tvær ferðir mettaði hann svangar mannamúgvur, ið taldu fleiri túsund, við bert nøkrum fáum breyðum og fiskum. Í báðum førum var ov mikið av mati til øll.

Sjúka. Jesus grøddi „hvørja sjúku og alskyns veikleika hjá fólkinum“. (Matteus 4:23) Hann grøddi blind, deyv, spitølsk, epileptikarar, lamin, krypil og løstað. Eingin sjúka var, sum hann ikki var førur fyri at grøða.

Vandamikið veður. Tá ið Jesus og lærisveinar hansara sigldu yvir um Galileavatnið, kom harður stormur. Lærisveinarnir vóru ræðsluslignir. Men Jesus hugdi bert eftir óveðrinum og segði: „Tig, ver stilt!“ Og hann makaði vindin, tað varð blikalogn. (Markus 4:37-39) Eina aðra ferð kom hann í ræðuligum illveðri gangandi eftir vatninum. — Matteus 14:24-33.

Illir andar. Illir andar eru nógv sterkari enn menniskju. Nógv menniskju hava einki megnað ímóti hesum óndu fíggindum Guds og hava ikki kunnað sloppið sær undan valdi teirra. Men tá Jesus ferð eftir ferð rak slíkar andar út úr fólki, tók hann teir av ræði. Hann ræddist ikki illu andarnar. Teir ræddist hinvegin hann, tí teir vistu, hvønn myndugleika hann hevði.

Deyði. „Síðsti fíggindin“, sum deyðin av røttum verður nevndur, er ein fíggindi, sum einki menniskja kann vinna á. (1 Korintbræv 15:26) Og kortini reisti Jesus nøkur upp frá deyðum, millum annað gav hann einari mammu, sum var einkja, sonin aftur, og tvey syrgjandi foreldur fingu ungu dóttur sína aftur. Ein annar undranarverdur tilburður var, tá Jesus, meðan ein skari av syrgjandi fólki hugdi at, reisti kæra vin sín Lazarus upp frá deyðum, hóast hann hevði verið deyður í næstan fýra dagar! Sjálvt ringastu fíggindar Jesusar viðgingu, at hann hevði framt hetta undrið. — Jóhannes 11:38-48; 12:9-11.

Hví gjørdi Jesus øll hesi undrini? Doyðu tey, sum hann hjálpti, ikki aftur? Jú, men undrini hjá Jesusi høvdu kortini varandi virði, tí tey vóru prógv um, at allar tær spennandi profetiirnar um Messiasríkið bygdu á veruleikan. Vit skulu ikki ivast í, at útnevndi kongur Guds kann gera hungur, sjúku, vandamikið veður, illar andar og enntá deyðan til einkis. Hann hevur longu prógvað, at Gud hevur givið honum vald á øllum hesum.

— Grundað á Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes.