Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Bíblian — hvør er boðskapurin?

 11. PARTUR

Innblástir sangir, sum ugga og læra

Innblástir sangir, sum ugga og læra

Dávid og aðrir skriva sangir, sum skulu brúkast í tilbiðjanini. Orðini til 150 av teimum eru varðveitt í Sálmunum

TANN størsta bókin í Bíbliuni er eitt savn við andaligum sangum. Teir eru skrivaðir í einum umleið 1000 ára longum tíðarskeiði. Í Sálmunum standa nakrar av teimum djúpastu og mest kenslubornu trúarlýsingunum, sum nakrantíð eru skrivaðar. Ein røð av menniskjansligum kenslum verður lýst í hesum lovsongum, heilt frá gleði og takksemi til sorg, sút og angur. Tað er týðiligt, at sálmaskøldini høvdu eitt álitsfult og inniligt samband við Gud. Latið okkum kanna nøkur evni, sum verða viðgjørd í hesum lýriska savninum.

Jehova hevur rættin til fullveldið, er verdur at verða tilbiðin og lovaður. „Eingin uttan Tú eitur [Jehova], hin hægsti yvir allari jørðini!“ lesa vit í Sálmi 83:19. * Nógvir sálmar hálova Jehova fyri tað, hann hevur skapt, millum annað stjørnuhimmalin, ymisku sløgini av lívi og tað undurfulla mannalikamið. (Sálmur 8, 19, 139, 148) Aðrir dýrmeta Jehova, sum tann Gud, ið bjargar og verjir síni trúføstu. (Sálmur 18, 97, 138) Uppaftur aðrir æra hann sum hin rættvísa Gud, ið tekur sær av teimum kúgaðu og straffar tey óndu. — Sálmur 11, 68, 146.

Jehova hjálpir og uggar tey, ið elska hann. Kendasti sálmurin er kanska Sálmur 23, har Dávid lýsir Jehova sum ein góðan hirða, ið leiðir, verjir og syrgir fyri seyði sínum. Sálmur 65:3 minnir tænarar Guds á, at Jehova er hann, „sum hoyrir bønir“. Nógv, sum hava syndað álvarsliga, hava funnið ugga í at lesa Sálmarnar 39 og 51, har Dávid í inniligum orðingum lýsir, hvussu hann angraði sínar álvarsligu syndir og sigur frá áliti sínum á, at Jehova fyrigevur. Í Sálmi 55:23 er ein eggjan til at hava álit á Jehova og at kasta allar byrðar á hann.

Jehova fer at broyta heimin við Messiasríkinum. Fleiri brot í Sálmunum vísa týðiliga fram til Messias, tann fyriboðaða kongin. Sálmur 2 profeterar, at hesin stjórnarin skal beina fyri teimum óndu tjóðunum, sum veita mótstøðu. Sálmur 72 opinberar, at hann fer at gera enda á hungursneyð, órættvísi og kúgan. Og sambært Sálmi 46:10 skal Gud við Messiasríkinum gera enda á kríggi og eisini forkoma øllum stríðsvápnum. Í Sálmi 37 lesa vit, at tey óndu verða týnd, meðan tey rættvísu harafturímóti skulu búgva á jørðini í allar ævir og gleða seg í fullkomnum friði og samljóði.

— Grundað á Sálmarnar.

^ par. 5 Í summum umsetingum er tað ørindi 18.

LÆR MEIRA

Hvat er Guds ríki?

Hvør er kongur í Guds ríki, og hvat fer Ríkið at avrika?