Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Bíblian — hvør er boðskapurin?

 2. PARTUR

Paradísið verður mist

Paradísið verður mist

Ein uppreistrarhugaður eingil fær fyrsta mannin og fyrstu kvinnuna, Ádam og Evu, at vraka Guds stjórn. Úrslitið verður, at synd og deyði koma inn í heimin

LANGT áðrenn Gud skapti menniskjuni, hevði hann skapt nógvar ósjónligar andaskapningar — einglar. Í Eden royndi ein uppreistrarhugaður eingil, sum bleiv kendur sum Satan Djevulin, við snildi at freista Evu at eta av einasta trænum, sum Gud hevði sagt, at tey ikki máttu eta av.

Við einari slangu sum málgagn segði Satan óbeinleiðis, at Gud noktaði kvinnuni og manninum nakað gott. Eingilin segði við Evu, at hon og maður hennara ikki skuldu doyggja, um tey ótu av bannaðu fruktini. Soleiðis legði Satan Gud undir at lúgva fyri menniskjabørnunum. Hesin svíkjarin royndi at fáa ólýdni móti Gudi at virka sum nakað dámligt, ið kundi geva serligan kunnskap og frælsi. Men alt var lygn — satt at siga fyrsta lygnin, ið nakrantíð var borin fram á jørðini. Í veruleikanum snúði tað seg um Guds fullveldi ella yvirvald — altso um Gud hevur rættin at ráða, og um hann útinnir sítt vald rættvíst, sínum tegnum at gagni.

Eva trúði lygnini, ið Satan bar fram. Hon fór at girnast fruktina á trænum og át so av henni. Seinni gav hon manni sínum burturav, og hann át eisini. Soleiðis gjørdust tey syndarar. Henda gerðin, sum tóktist hava lítið upp á seg, var í veruleikanum ein uppreistur. Tá Ádam og Eva vitandi og við vilja vóru Gudi ólýðin, vendu tey Skapara sínum bakið, hóast hann hevði givið teimum alt, eisini eitt fullkomið lív.

Avkomið „skal sora høvdið á tær, men tú skalt høgga Hann í hælin“. — 1 Mósebók 3:15

Gud kravdi uppreistrarfólkini til svars fyri gerðir teirra. Hann boðaði frá, at tað lovaða avkomið, ella frelsarin, skuldi koma og beina fyri Satani, ið hevði brúkt slanguna sum málgagn. Gud læt útinnanina av deyðadóminum yvir Ádam og Evu bíða eina tíð og vísti soleiðis óføddu børnum teirra miskunn. Hesi børnini høvdu nú grundarlag fyri vón, tí tann, sum Gud fór at senda, skuldi bøta tær syrgiligu avleiðingarnar av uppreistrinum í Eden. Júst hvussu Guds ætlan viðvíkjandi hesum komandi frelsaranum fór at ganga út — og hvør tað fór at vera — varð opinberað so við og við, sum bøkurnar í Bíbliuni vórðu skrivaðar.

Gud rak Ádam og Evu út úr Paradísinum. Tað fór at krevja stríð og strev at liva av at dyrka jørðina uttan fyri urtagarðin Eden. Eva gjørdist við barn og átti Káin, fyrsta barnið hjá Ádami og henni. Tey fingu eisini onnur børn, synir og døtur, harímillum Ábel og Set, ættarfaðir Nóa.

— Grundað á Fyrstu Mósebók, kapittul 3 til 5; Opinberingina 12:9.

LÆR MEIRA

Hvørja ætlan hevur Gud við jørðini?

Bíblian greiðir frá, hví Gud skapti jørðina, nær líðingar halda uppat, og hvørja framtíð jørðin og tey, sum búgva á henni, hava.