Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Bíblian — hvør er boðskapurin?

 3. PARTUR

Mannaættin yvirlivir Vatnflóðina

Mannaættin yvirlivir Vatnflóðina

Gud oyðileggur ein óndan heim, men bjargar Nóa og familju hansara

SO hvørt sum menniskjuni gjørdust fleiri og fleiri á jørðini, tóku bæði óndskapur og synd skjótt um seg. Ein profetur, sum æt Enok, var kanska tann einasti, sum tá í tíðini tænti Jehova og ávaraði um, at Gud einaferð fór at forkoma teimum gudleysu. Kortini treivst óndskapurin, og viðurskiftini versnaðu alsamt. Nakrir einglar gjørdu uppreistur ímóti Jehova, tá teir rýmdu úr staði sínum í himli og við girndarhuga fóru niður á jørðina í mannalíki at fáa sær konur. Úrslitið av hesum ónatúrligu hjúnabondunum var, at eftirkomararnir gjørdust ráðaríkir risar, róptir nefilim, sum øktu um harðskapin og tann blóðuga yvirgangin í heiminum. Gud kendi seg illa særdan av at síggja skapanarverkið hjá sær á jørðini verða oyðilagt.

Eftir deyða Enoks var ein maður, sum líktist burturúr í hesum ónda heiminum. Hann æt Nóa. Hann og familja hansara royndu at gera tað, sum var rætt í eygum Guds. Tá Gud gjørdi av at forkoma teimum óndu menniskjunum, ætlaði hann at bjarga Nóa og dýralívinum á jørðini. Tí bað Gud hann byggja eina ørk — eitt risastórt fýrakantað far. Í hesum farinum kundu Nóa og familja hansara verða bjargað saman við nógvum dýrasløgum í eini komandi heimsumfatandi vatnflóð. Nóa gjørdi, sum Gud vildi. Tey áratíggjuni, hann bygdi ørkina, var hann eisini ein ’prædikari rættvísinnar’. (2 Pætur 2:5) Hann ávaraði um komandi vatnflóðina, men fólk lótu ikki við seg koma. Tíðin kom, tá Nóa og familja hansara skuldu fara inn í ørkina við øllum dýrunum. Tá tey vóru komin inn, læt Gud hurðina aftur, og tað fór at regna.

Tað oysti niður í 40 dagar og 40 nætur, til øll jørðin var undir. Tey óndu vóru nú burtur. Mánaðir seinni, tá vatnið var minkað nakað, legði ørkin seg á eitt fjall. Tá tey ferðandi trygg kundu fara út úr ørkini, høvdu tey verið umborð í eitt heilt ár. Takksamur gav Nóa Jehova eitt offur, og sum svar lovaði Jehova Nóa og familju hansara, at hann aldri aftur skuldi forkoma øllum livandi á jørðini í einari vatnflóð. Hann setti ælabogan á himmalin sum eitt sjónligt prógv um hetta, eina áminning um tað uggandi lyftið.

Eftir Vatnflóðina gav Gud eisini mannaættini nøkur nýggj boð. Hann loyvdi teimum at eta dýrakjøt, men forbjóðaði teimum at eta blóð. Eisini gav hann eftirkomarunum hjá Nóa boð um at spjaðast á jørðini, men nøkur av teimum vóru ólýðin. Fólk savnaðu seg undir einum leiðara, sum æt Nimrod, og fóru at byggja eitt stórt torn í býnum Bábel, sum seinni fekk navnið Bábylon. Endamálið hjá teimum var at treiskast ímóti boðnum frá Gudi um at spjaða seg um alla jørðina. Men Gud forðaði ætlanunum hjá teimum uppreistrarhugaðu við at blanda málini hjá teimum og fáa tey at tosa ymisk mál. Tá tað ikki longur bar til hjá teimum at samskifta, sleptu tey verkætlanini og spjaddust.

— Grundað á Fyrstu Mósebók, kapittul 6 til 11; Judas 14, 15.

LÆR MEIRA

TAK EFTIR TRÚGV TEIRRA

Nóa „livdi við Gudi“

Hví var tað ein avbjóðing hjá Nóa og konu hansara at uppala síni børn? Hví høvdu tey tørv á trúgv, tá ið tey skuldu byggja ørkina?