Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Bíblian — hvør er boðskapurin?

 25. PARTUR

Leiðbeining um trúgv, atburð og kærleika

Leiðbeining um trúgv, atburð og kærleika

Jákup, Pætur, Jóhannes og Judas skriva uppbyggjandi brøv til trúarfelagar sínar

JÁKUP og Judas vóru hálvbrøður Jesusar. Og Pætur og Jóhannes vóru tveir av teimum 12 ápostlunum hjá Jesusi. Hesir fýra menn skrivaðu tilsamans sjey brøv, sum eru í Kristnu griksku skriftunum. Øll brøvini bera navnið á honum, ið hevur skrivað tað. Innblásta áminningin í hesum brøvunum skuldi hjálpa teimum kristnu at varðveita sakloysi sítt fyri Jehova og hava Guds ríki í huga.

Vísið trúgv! Tað er ikki nokk bara at siga seg trúgva á Gud. Sonn trúgv hevur gerðir við sær. „Ja,“ skrivaði Jákup, „trúgvin [er] deyð uttan verk.“ (Jákup 2:26) At liva í trúgv, tá ið vit eru fyri royndum, styrkir áhaldnið. Skal tað gangast einum kristnum væl í lívinum, má hann biðja Gud um vísdóm og líta á, at hann gevur honum hann. Áhaldni gevur tokka Guds. (Jákup 1:2-6, 12) Varðveitir ein trúgvandi sakloysi sítt, tekur Jehova Gud ímóti honum. „Haldið tykkum nær til Gud,“ sigur Jákup, „so skal Hann halda Seg nær til tykkara!“ — Jákup 4:8.

Trúgvin hjá einum kristnum skal vera so sterk, at hon hjálpir honum at standa ímóti freistingum og siðleysari ávirkan. Moralskt spilta umhvørvið gjørdi, at Judas kendi seg noyddan eggja trúarfelagum sínum inniliga til at „berjast fyri trúnni“. — Judas 3.

Varðveitið reinan atburð! Jehova væntar, at hansara tænarar eru heilagir, tað merkir reinir, í øllum viðurskiftum. Pætur skrivar: „Tit [skulu] . . . verða heiløg í øllum atburði tykkara; tí skrivað er: ’Tit skulu vera heiløg, tí Eg [Jehova] eri heilagur.’“ (1 Pætur 1:15, 16) Kristin hava eina fyrimynd, sum er verd at taka eftir. „Kristus leið . . . fyri tykkum,“ sigur Pætur, „og læt tykkum fyridømi eftir, so tit skulu fylgja eftir í fótasporum Hansara.“ (1 Pætur 2:21) Hóast kristin kanska mugu líða ilt, tí tey halda seg til Guds normar, varðveita tey eina „góða samvitsku“. (1 Pætur 3:16, 17) Pætur eggjar kristnum til at hava heilagan atburð og gera nógvar góðar gerðir, meðan tey bíða eftir dómadegi Guds og lovaða nýggja heiminum, „har rættvísi býr“. — 2 Pætur 3:11-13.

„Haldið tykkum nær til Gud, so skal Hann halda Seg nær til tykkara.“ — Jákup 4:8

Vísið kærleika! „Gud er kærleiki,“ skrivar Jóhannes. Ápostulin ger vart við, at Gud vísti stóra kærleika sín við at senda Jesus sum „bót fyri syndir okkara“. Hvussu eigur hetta at ávirka kristin? Jóhannes greiðir frá: „Tit elskaðu! Hevur Gud elskað okkum so, tá skylda eisini vit at elska hvørt annað.“ (1 Jóhannes 4:8-11) Ein máti at vísa slíkan kærleika er við at vísa trúarfelagum sínum gestablídni. — 3 Jóhannes 5-8.

Hvussu kunnu Jehova tænarar vísa honum kærleika? Jóhannes svarar: „Tað er kærleikin til Gud, at vit halda boð Hansara; og boð Hansara eru ikki tung.“ (1 Jóhannes 5:3; 2 Jóhannes 6) Tey, sum soleiðis eru Jehova lýðin, fáa vissu fyri, at hann heldur fram at elska tey og gevur teimum „ævigt lív“. — Judas 21.

— Grundað á Bræv Jákups; Fyrra bræv Pæturs; Seinna bræv Pæturs; bræv Jóhannesar; Annað bræv Jóhannesar; Triðja bræv Jóhannesar; Bræv Judasar.