Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Bíblian — hvør er boðskapurin?

 6. PARTUR

Job varðveitir sakloysi sítt

Job varðveitir sakloysi sítt

Satan setir spurnartekn við sakloysi Jobs fyri Gudi, men Job verður verandi trúfastur

HEVÐI nakað menniskja verið verandi trúfast móti Gudi, um tað varð roynt til tað ítasta, og lýdnið ikki tóktist geva nakrar materiellar fyrimunir? Hesin spurningurin varð reistur — og svaraður — í samband við ein mann, ið kallaðist Job.

Meðan ísraelsmenn enn vóru í Egyptalandi, búði Job, ein skyldmaður hjá Ábrahami, í tí landi, sum nú á døgum kallast Arabia. Um ta tíðina stigu einglarnir fram fyri Gud í himli, millum teirra var eisini tann uppreistrarhugaði Satan. Fyri hesum himmalska skaranum segði Gud, hvussu stórt álit hann hevði á trúfasta tænara sínum Job. Í veruleikanum segði Jehova, at einki annað menniskja var so sakleyst sum Job. Men Satan helt uppá, at Job bara tænti Gudi, tí Gud hevði signað og vart hann. Ja, Satan vildi vera við, at um Job misti alt, ið hann átti, fór hann at banna Gudi.

Gud loyvdi Satani at ráma Job, so hann fyrst misti ríkidømi sítt og børn síni og síðani gjørdist sjúkur. Av tí at Job ikki visti, hvønn leiklut Satan hevði í øllum hesum, skilti hann ikki, hví Gud læt hann fáa so nógvar trongdir oman yvir seg. Men kortini vendi Job ongantíð Gudi bakið.

Tríggir falskir vinir komu til Job. Í eini røð av talum, sum fylla nógvar síður í Jobs bók, royndu menninir av órøttum at sannføra Job um, at Gud revsaði hann fyri duldar syndir. Ja, teir hildu eisini uppá, at Gudi hvørki dámar tænarar sínar ella hevur álit á teimum. Job vísti skeivu hugsanum teirra burtur. Sannførdur segði hann, at hann skuldi verða sakleysur til deyðan!

Men Job fór skeivur, tá hann hugsaði alt ov nógv um at rættvísgera seg sjálvan. Elihu, ein yngri maður, sum hevði lurtað eftir øllum orðaskiftinum, segði sína hugsan. Hann fanst at Job fyri ikki at hava skilt, at tað hevði nógv størri týdning at verja fullveldi Jehova Guds, enn at rættvísgera seg sjálvan. Harafturat gav Elihu følsku vinum Jobs eina harða átalu.

Síðani talaði Jehova við Job og rættaði hugsunarhátt hansara. Hann vísti á nógv undur í skapanarverkinum og lærdi soleiðis Job, hvussu lítið menniskjað er í mun til Gud. Job tók eyðmjúkur átaluna til sín. Jehova, sum er „sára náðiríkur og miskunnsamur“, læt Job fáa heilsuna aftur, gav honum tvífalt aftur av ríkidøminum, hann hevði áður, og signaði hann við tíggju børnum. (Jákup 5:11) Job varðveitti sakloysi sítt og vísti soleiðis ákæruni frá Satani aftur, um at eingi menniskju verða verandi trúføst móti Gudi, um tey verða roynd.

— Grundað á Jobs Bók.