Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Bíblian — hvør er boðskapurin?

 17. PARTUR

Jesus lærir onnur um Guds ríki

Jesus lærir onnur um Guds ríki

Jesus lærir lærisveinar sínar mangt, men leggur serligan dent á eitt ávíst evni — Guds ríki

HVØRJA uppgávu hevði Jesus á jørðini? Sjálvur segði hann: ’Eg má kunngera evangeliið um ríki Guds; tí tað eri Eg sendur til.’ (Lukas 4:43) Latið okkum kanna fýra ting, sum Jesus lærdi onnur um hetta ríkið, sum var høvuðsevnið í hansara boðan.

1. Jesus skuldi vera kongur. Jesus segði beinleiðis, at hann var hin fyriboðaði Messias. (Jóhannes 4:25, 26) Hann vísti eisini, at hann var kongurin, sum profeturin Dániel hevði sæð í eini sjón. Jesus fortaldi ápostlunum, at hann einaferð skuldi sita í „hásæti dýrdar Sínar“, og at teir eisini skuldu sita í hásætum. (Matteus 19:28) Hann nevndi tey, ið hoyra til bólkin av samstjórnarum, sítt „lítla fylgi“, og hann fortaldi eisini, at hann hevði „annan seyð“, sum ikki var ein partur av hesum bólkinum. — Lukas 12:32; Jóhannes 10:16.

2. Guds ríki skuldi fremja satt rættvísi. Jesus vísti á, at Ríkið skuldi beina fyri størstu órættvísini av øllum við at halga Guds navn, Jehova, og reinsa alla vanæru burtur, sum Satan hevur dálkað tað við síðan uppreisturin í Eden. (Matteus 6:9, 10) Jesus var eisini ópartískur í gerandisdegnum, hann undirvísti øllum, uttan mun til um tað vóru menn, kvinnur, rík ella fátøk. Og hóast uppgáva hansara í fyrstu atløgu var at undirvísa jødunum, royndi hann eisini at hjálpa samverjum og ikkijødum. Mótsett trúarleiðarunum tá í tíðini, hevði hann als ongar fordómar.

3. Guds ríki skuldi ikki vera ein partur av hesum heimi. Jesus livdi í eini tíð við stórum broytingum. Fremmand høvdu valdið í heimlandi hansara. Men tá fólk royndu at fáa hann til at taka lut í tátíðar politikki, rýmdi hann. (Jóhannes 6:14, 15) Hann segði við ein politikara: „Ríki Mítt er ikki av hesum heimi.“ (Jóhannes 18:36) Og við lærisveinarnar segði hann: „Tit eru ikki av heiminum.“ (Jóhannes 15:19) Hann vildi ikki, at teir skuldu taka til vápn, heldur ikki fyri at verja hann. — Matteus 26:51, 52.

’Hann ferðaðist um gjøgnum býir og bygdir og prædikaði og kunngjørdi evangeliið um ríki Guds.’ — Lukas 8:1

4. Stjórn Kristusar skuldi vera grundað á kærleika. Jesus lovaði at geva fólki nýggja styrki, at lætta um byrðar teirra. (Matteus 11:28-30) Og hann helt tað, hann lovaði. Hann gav innilig og hent ráð um, hvussu mann klárar stúranir, fær betri viðurskifti við onnur, kann standa ímóti materialismu og verða eydnusamur. (Matteus, kapittul 5-7) Kærleikin, hann vísti, gjørdi hann fyrikomandi. Tað hevði við sær, at fólk úr øllum samfelagsstættum — eisini tey mest kúgaðu — fylktust um hann í áliti á, at hann fór væl við teimum og hugsaði um virðileika teirra. Tað er einki at ivast í, at Jesus verður ein einastandandi stjórnari!

Jesus lærdi eisini onnur um Guds ríki á ein annan, ógvuliga máttmiklan hátt. Hann gjørdi nógv undur. Hví gjørdi hann tað? Latið okkum kanna tað.

— Grundað á Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes.

LÆR MEIRA

HVAT LÆRIR BÍBLIAN VERULIGA?

Hvat er Guds ríki?

Nógv fólk kenna Faðirvár. Hvat merkir orðingin: „Komi ríki Títt“?