Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Bíblian — hvør er boðskapurin?

 20. PARTUR

Jesus Kristus verður dripin

Jesus Kristus verður dripin

Jesus stovnar eina nýggja høgtíð; hann verður svikin og negldur á ein steyra

EFTIR at hava boðað og undirvíst í trý og eitt hálvt ár, visti Jesus, at tíðin, hann hevði á jørðini, var um at vera úti. Jødisku trúarleiðararnir løgdu ráð um at drepa hann, men teir stúrdu fyri, at tað skuldi órógva fólkið, sum metti hann at vera ein profet. Kortini ávirkaði Satan ein av teimum 12 ápostlunum hjá Jesusi — Judas Iskariot — so hann bleiv ein svíkjari. Trúarleiðararnir bjóðaðu Judasi 30 silvurpengar fyri at svíkja Jesus.

Tað síðsta kvøldið var Jesus saman við ápostlum sínum fyri at halda páskir. Eftir at hava sent Judas avstað, stovnaði hann eina nýggja høgtíð, Kvøldmáltíð Harrans. Hann tók eitt breyð, bað eina bøn og gav teimum 11 ápostlunum, sum eftir vóru, breyðið. „Hetta er likam Mítt, sum verður givið fyri tykkum,“ segði hann. „Gerið hetta til minni um Meg!“ Hann gjørdi tað sama við ein kalik við víni í og segði: „Hesin kalikur er hin nýggi sáttmálin í blóði Mínum.“ — Lukas 22:19, 20.

Jesus hevði nógv at siga ápostlunum hetta kvøldið. Hann gav teimum eitt nýtt boð — at teir skuldu vísa hvør øðrum ósjálvsøknan kærleika. Hann segði: „Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir — at tit hava kærleika hvør til annan.“ (Jóhannes 13:34, 35) Hann bað teir endiliga ikki missa mótið av teimum syndarligu hendingunum, sum skjótt skuldu fara fram. Jesus bað inniliga fyri teimum. Saman sungu teir lovsangir, og so fóru teir út í náttina.

Í urtagarðinum Getsemane fall Jesus á knæ og bað eina inniliga bøn. Skjótt eftir komu vápnaðir hermenn, prestar og onnur at handtaka hann. Judas fór yvir til Jesus og vísti á hann við einum kossi. Meðan hermenninir bundu Jesus, flýddu ápostlarnir.

Fyri jødiska hægstarættinum gjørdi Jesus greitt, at hann var sonur Guds. Rætturin ákærdi hann fyri gudsspottan og dømdi hann sekan til deyða. Síðani varð hann førdur til rómverska landshøvdingin Pontius Pilatus. Hóast Pilatus ikki kendi Jesus sekan í nakrari brotsgerð, gav hann mannamúgvuni hann, og hon kravdi, at hann skuldi doyggja.

Jesus varð førdur til Golgata, har rómverskir hermenn negldu hann á ein steyra. Klára dagsljósið broyttist við einum undri til myrkur. Út á seinnapartin doyði Jesus, og ein stórur jarðskjálvti varð. Likam hansara varð lagt í eina grøv, sum var høgd inn í klettin. Dagin eftir innsiglaðu prestarnir grøvina og settu vaktarmenn við inngongdina. Skuldi Jesus verða liggjandi í hesi grøvini? Nei. Nú kom størsta undrið av øllum.

— Grundað á Matteus, kapittul 26 og 27; Markus, kapittul 14 og 15; Lukas, kapittul 22 og 23; Jóhannes, kapittul 12 til 19.

^ par. 15 Í kapittul 5 í bókini Hvat lærir Bíblian veruliga? verður greitt frá, hvussu stórt virði offurdeyði Jesusar hevur.

LÆR MEIRA

Endurloysingin — størsta gáva Guds

Hvat er endurloysingin? Hvussu kann hon gagna tær?