Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Bíblian — hvør er boðskapurin?

 19. PARTUR

Jesus kemur við eini víðfevndari profeti

Jesus kemur við eini víðfevndari profeti

Jesus sigur, hvat fer at eyðkenna hansara hjáveru í kongsveldi og endan á hesi heimsins skipan

MEÐAN fýra av ápostlunum sótu einsamallir saman við Jesusi á Oljufjallinum við frálíkum útsýni yvir Jerusalem og templið, bóðu teir hann greiða sær frá nøkrum av hansara viðmerkingum. Jesus hevði júst sagt, at templið í Jerusalem skuldi leggjast í oyði. Og eina aðra ferð hevði hann tosað um enda tíðarinnar. (Matteus 13:40, 49) Nú spurdu ápostlarnir: „Hvat verður teknið fyri hjáveru tíni og endanum á heimsskipanini?“ — Matteus 24:3, Ny Verden-Oversættelsen.

Í svari sínum segði Jesus frá tí, sum skuldi henda, áðrenn Jerusalem varð oyðilagt. Men hansara orð høvdu víðari merking. Profetiin skuldi fáa eina uppaftur størri heimsumfatandi uppfylling seinni. Jesus profeteraði, at fleiri samanfallandi hendingar og heimsviðurskifti skuldu vera eitt tekin. Hetta teknið skuldi vísa íbúgvunum á jørðini, at Jesus nú var hjástaddur sum kongur í himli. Við øðrum orðum skuldi teknið vera ein ábending um, at Jehova Gud hevði sett Jesus sum kong í Messiasríkinum, sum hann langt síðani hevði givið lyfti um. Teknið skuldi merkja, at Ríkið skjótt fór at beina fyri óndskapi og geva mannaættini sannan frið. Tað, Jesus boðaði frá, skuldi soleiðis bera boð um síðstu dagarnar hjá hesi gomlu heimsins skipan — tær átrúnaðarligu, politisku og sosialu skipanirnar, sum eru í dag — og byrjanina av eini nýggjari skipan.

Jesus segði, hvat ið skuldi henda á jørðini, meðan hann var hjástaddur sum kongur í himli. Hann segði, at tá skuldu vera altjóða kríggj, matvørutrot, stórir jarðskjálvtar og nógvar sjúkur. Lógloysið skuldi versna. Sonnu lærisveinar Jesusar skuldu bera gleðiboðskapin um Guds ríki út um alla jørðina. Alt hetta skuldi koma í hæddina í eini „trongd“ so stórari sum ongantíð áður. — Matteus 24:21.

Hvussu skuldu Jesu lærisveinar kunna vita, nær henda trongdin nærkaðist? ’Lærið av fikutrænum,’ segði Jesus. (Matteus 24:32) Tá ið bløðini á fikutrænum spretta, sæst týðiliga, at summarið er nær. Og tá alt tað, Jesus hevði sagt frá, hendi í einum ávísum tíðarskeiði, skuldi tað vera týðiligt tekin um, at endin var nær. Sum Jesus segði, visti eingin uttan Faðirin nágreiniliga, hvønn dag og tíma stóra trongdin skuldi byrja. Hann eggjaði tí lærisveinum sínum: „Síggið til, vakið og biðið! Tí tit vita ikki, nær tíðin er.“ — Markus 13:33.

— Grundað á Matteus, kapittul 24 og 25; Markus, kapittul 13; Lukas, kapittul 21.

^ par. 14 Fleiri upplýsingar um profetiina hjá Jesusi eru at finna í kapittul 9 í bókini Hvat lærir Bíblian veruliga?, sum Jehova Vitni hava givið út.

LÆR MEIRA

Vit liva á „síðstu døgum“

Hugsa um, hvussu hendingar og atburður í heiminum vísa, at vit liva á „síðstu døgum“, sum Bíblian hevur boðað frá.