Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Bíblian — hvør er boðskapurin?

 14. PARTUR

Gud talar til fólkið við profetum sínum

Gud talar til fólkið við profetum sínum

Jehova útnevnir profetar at bera boðskapir um dóm, reina tilbiðjan og vónina um Messias

Í TÍ tíðarskeiðinum, tá kongar vóru í Ísrael og Juda, gjørdi ein serligur bólkur av monnum vart við seg — profetarnir. Hesir menn, sum vóru sera djarvir og høvdu eina sterka trúgv, bóru fólki boðskapir frá Gudi. Latið okkum kanna fýra umráðandi evni, sum profetarnir løgdu fram.

1. Oyðing Jerusalems. Langt frammanundan fóru Guds profetar — serliga Esaias og Jeremias — at ávara um, at Jerusalem skuldi leggjast í oyði og blíva manntómt. Við livandi orðingum lýstu teir, hví býurin hevði vreiði Guds uppiborna. Íbúgvar Jerusalems søgdu seg umboða Jehova, men hetta uppáhaldið varð gjørt til skammar av teimum følsku halgisiðunum, mutrinum og harðskapinum. — 2 Kongabók 21:10-15; Esaias 3:1-8, 16-26; Jeremias 2:1–3:13.

2. Sanna tilbiðjanin verður endurreist. Eftir 70 ár í útlegd skuldi Guds fólk verða fríað úr Bábel. Ísraelsmenn skuldu fara heim aftur til land sítt, sum lá oyði, og endurbyggja tempul Jehova í Jerusalem. (Jeremias 46:27; Amos 9:13-15) Umleið 200 ár frammanundan boðaði Esaias frá, hvør ið skuldi vinna á Bábel og lata Guds fólk endurreisa sonnu tilbiðjanina. Navnið á sigurvinnaranum var Kýrus. Esaias lýsti enntá í smálutum hernaðarlist Kýrusar. — Esaias 44:24–45:3.

3. Koma Messiasar og smálutir um, hvussu honum skuldi gangast. Messias skuldi verða føddur í býnum Betlehem. (Mika 5:2) Hann skuldi vera eyðmjúkur og ríða inn í Jerusalem á einum esli. (Zakarias 9:9) Hóast hann skuldi vera mildur og vinarligur, fór hann at verða illa umtóktur, og nógv fóru at vísa hann frá sær. (Esaias 42:1-3; 53:1, 3) Hann skuldi fáa ein ræðuligan deyða. Fór hann so altíð at vera deyður? Nei, tí hansara offur skuldi gera tað møguligt hjá nógvum at fáa syndir sínar fyrigivnar. (Esaias 53:4, 5, 9-12) Og tað kundi bara henda, um hann fekk eina uppreisn.

4. Stjórn Messiasar yvir jørðini. Tá ófullkomin menniskju stjórna hvør øðrum, hevur tað ikki frið við sær, men kongurin, Messias, skuldi kallast Friðarhøvdingi. (Esaias 9:6, 7; Jeremias 10:23) Meðan hann er kongur, fara øll menniskju at hava frið sínámillum, og eisini við øll dýrini. (Esaias 11:3-7) Sjúka hvørvur. (Esaias 33:24) Sjálvt deyðin verður við alla gjørdur til einkis. (Esaias 25:8) Tá Messias er kongur, fáa menniskju, sum eru deyð, uppreisn til lív á jørðini. — Dániel 12:13.

— Grundað á bøkurnar Esaias, Jeremias, Dániel, Amos, Mika og Zakarias.