Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Bíblian — hvør er boðskapurin?

 5. PARTUR

Gud signar Ábraham og familju hansara

Gud signar Ábraham og familju hansara

Eftirkomarar Ábrahams hava framgongd. Gud verjir Jósef í Egyptalandi

JEHOVA visti, at tann dýrabarasti, hann átti, ein dag skuldi líða og doyggja. Tað var tann sannleikan, profetiin í Fyrstu Mósebók 3:15 óbeinleiðis sipaði til. Kundi Gud á nakran hátt gera menniskjum greitt, hvussu nógv hetta ofrið fór at kosta honum? Í Bíbliuni er ein livandi lýsing av hesum. Hon varð givin, tá Gud bað Ábraham ofra elskaða son sín, Ísak.

Ábraham hevði sterka trúgv. Minst til, at Gud hevði lovað honum, at fyriboðaði frelsarin, ella lovaða avkomið, skuldi koma úr ætt Ísaks. Í áliti á at Gud, um neyðugt, fór at reisa Ísak upp aftur, var Ábraham í lýdni fúsur at ofra sín egna son. Men ein eingil frá Gudi steðgaði Ábrahami í síðstu løtu. Gud rósti tí trúfasta ættarfaðirinum fyri, at hann var fúsur at ofra tað dýrabarasta hann átti, og endurtók lyfti síni til hansara.

Seinni fekk Ísakur tveir synir, Esau og Jákup. Í mun til Esau virðismetti Jákup tað andaliga, og tað fekk hann løn fyri. Gud broytti navnið hjá Jákupi til Ísrael, og teir 12 synirnir hjá Ísrael gjørdust høvdingar fyri ættir Ísraels. Men hvussu bleiv henda familjan til eina stóra tjóð?

Ein røð av hendingum byrjaði, tá teir flestu synirnir hjá Jákupi gjørdust øvundsjúkir inn á lítlabeiggjan, Jósef. Teir seldu hann sum træl, og hann varð førdur til Egyptalands. Men Gud signaði henda trúfasta og djarva unga mannin. Jósef hevði harðan mótgang, men at enda gav Farao, sum ráddi í Egyptalandi, honum kortini heiður og stórt vald. Hetta hendi júst í røttu tíð, tí ein hungursneyð fekk Jákup at senda nakrar av synum sínum til Egyptalands at keypa mat — og tað vísti seg, at Jósef nú var tann, ið hevði ábyrgdina av øllum matgoymslunum! Eftir at Jósef á ógvusligan hátt var sameindur aftur við angrandi brøður sínar, fyrigav hann teimum og syrgdi fyri, at øll familjan kundi flyta til Egyptalands. Tey fingu eitt tað besta landøkið í ogn, har tey kundu trívast og hava framgongd. Jósef skilti, at Gud hevði lagað alt soleiðis fyri at halda síni lyfti.

Jákup eldist og livdi síðstu tíð sína í Egyptalandi við vaksandi familju síni rundan um seg. Tá hann lá at doyggja boðaði hann frá, at lovaða avkomið ella frelsarin skuldi vera ein máttmikil stjórnari, sum skuldi føðast í ætt sonar hansara, Juda. Nógv ár seinni, áðrenn deyða sín, profeteraði Jósef, at Gud ein dag fór at leiða familjuna hjá Jákupi út úr Egyptalandi.

— Grundað á Fyrstu Mósebók, kapittul 20 til 50; Hebrearabrævið 11:17-22.