Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Bíblian — hvør er boðskapurin?

 7. PARTUR

Gud fríar synir Ísraels

Gud fríar synir Ísraels

Jehova slær Egyptaland við plágum, og Móses leiðir ísraelsmenn út haðani. Gud gevur Ísrael Lógina við Mósesi

Í NÓGV ár búðu synir Ísraels í Egyptalandi; tað gekst teimum sera væl, og teir vuksu í tali. Men so fekk ein nýggjur farao valdið. Hesin valdsharrin kendi ikki Jósef. Hann var ein óndur harðræðisharri og óttaðist ísraelsmenn, tí teir vóru blivnir so ovurhonds nógvir. Tí gjørdi hann teir til trælir og gav boð um, at øll nýfødd dreingjabørn skuldu druknast í Nilánni. Men ein djørv mamma vardi lítla son sín, legði hann í eina kurv og fjaldi hana í sevinum við áarbakkan. Dóttir Farao fann dreingin, gav honum navnið Móses og aldi hann upp í egyptiska kongshúsinum.

Tá Móses var 40 ára gamal, kom hann illa fyri, tí hann vardi ein ísraelskan træl móti einum egyptiskum arbeiðsfúta. Móses flýddi til eitt fjart land og búði í útlegd. Tá Móses var 80 ára gamal, sendi Jehova hann aftur til Egyptalands, har hann skuldi stíga fram fyri Farao og krevja, at Guds fólk varð fríað.

Farao segði kortanei, og Gud læt tí tíggju plágur koma yvir Egyptaland. Hvørja ferð Móses kom fram fyri Farao fyri at geva honum møguleika at forða næstu pláguni, gjørdi Farao seg harðan og vanvirdi Móses og Gud hansara, Jehova. At enda førdi tíggjunda plágan deyða yvir øll frumborin í landinum — uttan í teimum húskjunum, har fólkini høvdu verið Gudi lýðin og smurt blóð frá einum offurlambi á durastavirnar. Eingilin, sum Gud hevði sent at drepa tey frumbornu, leyp hesi húsini um. Ísraelsmenn mintust síðani hvørt ár hesa undursomu frían við at halda eina høgtíð, nevnd páskir.

Eftir at Farao hevði mist sín egna frumborna son, bað hann Móses og allar ísraelsmenn fara úr Egyptalandi. Teir skipaðu alt fyri eitt fyri burturferðini. Men Farao hálsaði um og legði eftir teimum við nógvum monnum og vagnum. At síggja til vóru ísraelsmenn fangaðir á strondini við Reyðahavið. Tá kleyv Jehova Reyðahavið, so ísraelsmenn kundu fara tvørturum á turrum, meðan sjógvurin stóð sum ein múrur á báðum síðum. Egyptar hildu eftir teimum, men Gud læt sjógvin oysa oman yvir Farao og her hansara, so teir druknaðu.

Seinni, tá ísraelsmenn høvdu legu sína við Sinaifjall, gjørdi Jehova ein sáttmála við teir. Við Mósesi sum millummanni gav Gud ísraelsmonnum nakrar lógir, sum kundu leiðbeina og verja teir á so at siga øllum lívsins økjum. So leingi sum Ísrael trúfast gav seg undir leiðslu Jehova, fór hann at vera við teimum og lata tjóðina vera øðrum til signing.

Teir flestu av ísraelsmonnum vístu kortini skuffandi lítla trúgv á Gud. Tí læt Jehova hetta ættarliðið ganga um í oyðimørkini í 40 ár. Móses útnevndi so tann heiðurliga mannin, Josva, til eftirmann sín. Umsíðir var Ísraels fólk til reiðar at fara inn í landið, sum Gud hevði lovað Ábrahami.

— Grundað á Aðru til Fimtu Mósebók; Sálm 136:10-15; Ápostlasøguna 7:17-36.