Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Bíblian — hvør er boðskapurin?

 15. PARTUR

Ein profetur í útlegd sær inn í framtíðina

Ein profetur í útlegd sær inn í framtíðina

Dániel profeterar um Guds ríki og komu Messiasar. Bábel fellur

DÁNIEL, ein ungur maður, ið vísti undranarvert sakloysi, varð førdur í útlegd í Bábel, áðrenn Jerusalem varð lagt í oyði. Hann og nakrir aðrir jødar — útlagnir úr hertikna ríkinum, Juda — fingu eitt ávíst frælsi frá teimum, sum høvdu tikið teir til fanga. Gud signaði Dániel ríkliga í hansara langa lívi í Bábel; hann kom livandi úr einum leyvubøli og fekk sjónir, sum lótu hann skoða langt inn í framtíðina. Týdningarmestu profetiirnar hjá Dánieli snúðu seg um Messias og stjórn hansara.

Dániel fær at vita, nær Messias skuldi koma. Dániel fekk at vita, nær Guds fólk kundi vænta, at Messias ella „ein Salvaður, ein Høvdingi“ kom — 69 árvikur eftir, at boð vórðu givin um at endurreisa og endurbyggja múrar Jerusalems. Ein vanlig vika varir sjey dagar; ein árvika varir sjey ár. Hesi boð vórðu givin í 455 f.o.t., langa tíð eftir at Dániel var deyður. Tá byrjaðu tær 69 ’vikurnar’, sum vardu í 483 ár og endaðu í ár 29 e.o.t. Næsti parturin í hesum heftinum sigur okkum, hvat hendi tað árið. Dániel sá eisini frammanundan, at Messias skuldi verða „fyribeindur“ ella dripin, so hann kundi bøta fyri synd. — Dániel 9:24-26.

Messias skuldi blíva kongur í himli. Í eini óvanligari sjón av sjálvum himlinum sá Dániel, at Messias, ið nevnist „ein, sum líktist menniskjasyni“, kom fram fyri trúnuna hjá Jehova sjálvum. Jehova gav honum „vald, heiður og ríki“. Hetta ríkið skuldi standa um ævir. Dániel fekk eisini eina aðra spennandi og nágreiniliga frágreiðing um Messiasríkið — kongurin skuldi hava onnur at ráða saman við sær, ein bólk, ið nevnist „hini heiløgu hins Hægsta“. — Dániel 7:13, 14, 27.

Ríkið sorar stjórnirnar í hesum heimi. Gud gjørdi Dániel føran fyri at týða ein dreym, sum hevði ørkymlað Nebukadnezar, kongin í Bábel. Kongurin hevði sæð eina risastóra standmynd við einum høvdi av gulli, bróst og armar vóru av silvuri, búkur og lendar av kopari, bein av jarni og føtur av jarni blandað upp í leir. Ein steinur varð rivin leysur úr einum fjalli, rakti teir veiku føturnar og soraði standmyndina sundur til dust. Dániel greiddi frá, at ymisku partarnir av standmyndini umboðaðu eina langa røð av heimsríkjum, tað fyrsta var Bábel, høvdið av gulli. Hann sá frammanundan, at tá ið tað síðsta ríkið í hesum ónda heiminum ráddi, skuldi Guds ríki fara til verka. Tað skuldi sora allar stjórnirnar í hesum heimi. Og síðani skuldi hetta ríkið ráða um ævir. — Dániel, kapittul 2.

Sum ein sera gamal maður sá Dániel fall Bábels. Kýrus kongur hertók býin, júst sum profetarnir høvdu boðað frá. Stutt eftir vórðu jødarnir umsíðir fríaðir úr útlegd síni — og tað rættstundis, eftir at heimland teirra, sum fráboðað, hevði ligið oyðið í 70 ár. Við trúføstum landshøvdingum, prestum og profetum á odda endurbygdu jødarnir at enda Jerusalem og tempul Jehova. Men hvat skuldi henda, tá ið tey 483 árini vóru liðin?

— Grundað Dániels Bók.