Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Bíblian — hvør er boðskapurin?

Boðskapurin í Bíbliuni — Yvirlit

Boðskapurin í Bíbliuni — Yvirlit
  1. Jehova skapar Ádam og Evu við útlitinum til at liva í allar ævir í einum paradísi. Satan háðar navn Guds og ivast í, at hann hevur rættin at ráða. Ádam og Eva taka undir við Satani í uppreistrinum, og tað hevur synd og deyða við sær, bæði fyri tey og eftirkomarar teirra

  2. Jehova dømir uppreistrarfólkini og lovar, at ein frelsari ella eitt avkom skal koma, sum beinir fyri Satani og strikar allar avleiðingarnar av uppreistri og synd

  3. Jehova lovar Ábrahami og Dávidi, at teir skulu blíva ættarfedrar til avkomið, Messias, ið skal ráða sum kongur í allar ævir

  4. Jehova gevur profetum íblástur at boða frá, at Messias skal gera enda á synd og deyða. Saman við samstjórnarum sínum fer hann at ráða sum kongur í Guds ríki, sum beinir fyri kríggi, sjúku og eisini deyða

  5. Jehova sendir son sín til jarðar og ger greitt, at Jesus er Messias. Jesus boðar Guds ríki og ofrar lív sítt. Jehova reisir hann síðani upp sum anda

  6. Jehova gevur soni sínum kongsvald í himli, og hetta merkir, at teir síðstu dagarnir hjá hesi heimsskipanini eru byrjaðir. Jesus leiðir lærisveinar sínar á jørðini í heimsumfatandi arbeiðinum við at boða um Guds ríki

  7. Jehova gevur soni sínum boð um at lata Ríkið stjórna jørðini. Ríkið sorar øll tey óndu stjórnarveldini, stovnar Paradísið og leiðir tey menniskjuni, sum hava verið trúføst móti Gudi, fram til fullkomileika. Tað verður staðfest, at Jehova hevur rættindi at ráða, og navn hansara verður halgað med alla