Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Bíblian — hvør er boðskapurin?

 26. PARTUR

Aftur eitt paradís!

Aftur eitt paradís!

Við ríkinum, sum Kristus er kongur í, halgar Jehova navn sítt, staðfestir fullveldi sítt og beinir fyri øllum óndskapi

SEINASTA bókin í Bíbliuni, sum kallast Opinberingin, ella Apokalypsan, gevur allari mannaættini vón. Í bókini, sum ápostulin Jóhannes hevur skrivað, eru sjónir, sum koma í hæddina, tá ætlan Jehova verður fullførd.

Í fyrstu sjónini rósar og leiðbeinir tann upprisni Jesus nøkrum samkomum. Í tí næstu sjónini er Gud at síggja á himmalsku trúnu síni, umgyrdur av andaskapningum, ið lova honum.

Uppfyllingin av Guds ætlan líður fram, og Lambið, Jesus Kristus, fær eina bókrullu, sum er afturlatin við sjey innsiglum. Tá tey fýra fyrstu innsiglini verða latin upp, leypa nakrir ímyndarligir reiðmenn inn á leikpall heimsins. Tann fyrsti er Jesus, sum ríður á einum hvítum hesti og er krýndur sum kongur. Síðani koma aðrir reiðmenn á hestum við ymiskum litum, og teir umboða profetiskt kríggj, hungursneyð og pest — alt nakað, sum skal henda á teimum síðstu døgunum hjá hesi heimsskipanini. Tá ið sjeynda innsiglið verður latið upp, verður blást í sjey ímyndarligar lúðrar, og tað merkir yvirlýsingar av dómum Guds. Tær hava sjey ímyndarligar plágur, ella tekin um Guds vreiði, við sær.

Guds ríki, lýst sum ein nýføddur drongur, verður stovnað í himli. Kríggj brestur á, og Satan og óndu einglar hansara verða kastaðir niður á jørðina. „Vei jørðini,“ sigur ein hørð rødd. Djevulin er sera vreiður, tí hann veit, at tíðin, hann hevur, er so stutt. — Opinberingin 12:12.

Jóhannes sær Jesus í himlinum sum eitt lamb, og við honum eru 144.000, sum eru vald burtur úr mannaættini. Hesi skulu „vera kongar við“ Jesusi. Opinberingin avdúkar soleiðis, at í seinna partinum av avkominum eru 144.000 limir til samans. — Opinberingin 14:1; 20:6.

Stjórnararnir á jørðini savnast til Harmageddon, „bardagan hin stóra dag Guds hins Alvalda“. Teir berjast móti reiðmanninum á hvíta hestinum — Jesusi, sum ríður á odda fyri himmalska herinum. Allir stjórnararnir á jørðini verða gjørdir til einkis. Satan verður bundin, og Jesus og tey 144.000 stjórna jørðini sum kongar í „1000 ár“. Tá tey túsund árini eru liðin, verður Satan gjørdur til einkis. — Opinberingin 16:14; 20:4.

Hvat hevur túsundárastjórnin hjá Kristusi og hansara samstjórnarum við sær fyri tey menniskjuni, sum velja at vera Gudi lýðin? Jóhannes skrivar: „[Jehova] skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur — tí hitt fyrra er farið.“ (Opinberingin 21:4) Jørðin verður eitt paradís!

Soleiðis endar Opinberingin Bíbliunnar boðskap. Við Messiasríkinum verður Jehova navn halgað og hansara fullveldi staðfest í allar ævir!

— Grundað á Opinberingina.