Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Bíblian — hvør er boðskapurin?

 9. PARTUR

Ísraelsmenn vilja hava ein kong

Ísraelsmenn vilja hava ein kong

Fyrsti kongurin í Ísrael, Saul, gerst ólýðin. Eftir hann kemur Dávid, sum Jehova ger ein sáttmála við um eitt ævigt ríki

EFTIR tíð Samsons var Sámuel profetur og dómari í Ísrael. Ísraelsmenn søgdu fleiri ferðir, at teir vildu líkjast hinum tjóðunum og hava eitt menniskja til kong. Hóast teir háðaðu Jehova við hesi áheitan, gav Jehova Sámueli boð um at gera, sum fólkið vildi. Gud valdi ein eyðmjúkan mann, ið æt Saul, til kong. Men Saul kongur gjørdist so við og við hástórur og ólýðin. Jehova vrakaði hann sum kong og bað Sámuel velja ein annan — ein ungan mann, ið æt Dávid. Men nógv ár skuldu kortini ganga, áðrenn Dávid bleiv kongur.

Meðan Dávid helst enn var tannáringur, vitjaði hann brøður sínar, sum gjørdu tænastu í herinum hjá Sauli. Allur herurin var ræðslusligin, av tí at ein hermaður hjá fíggindunum, risin Goliat, háðaði ísraelsmenn og Gud teirra. Forharmaður um hetta tók Dávid við avbjóðingini frá risanum og fór í bardaga við hann. Bert útgjørdur við einum sleingibandi og nøkrum fáum steinum fór ungi maðurin ímóti mótstøðumanninum, sum næstan var tríggjar metrar til hæddar. Tá Goliat háðaði Dávid, segði Dávid seg vera best útgjørdan av teimum báðum, tí hann kom ímóti Goliat í navni Guds Jehova! Dávid drap risan við einum steini, tók síðani stóra svørð hansara og høgdi høvdið av honum. Filistaraherurin flýddi í ræðslu.

Í fyrstuni var Saul hugtikin av dirvi Dávids og setti henda unga mannin yvir herfólkið. Men góðu úrslitini hjá Dávidi høvdu við sær, at Saul so við og við gjørdist frá sær sjálvum av øvundsjúku. Dávid mátti flýggja fyri lívinum og livdi sum flóttafólk í nógv ár. Kortini varð hann trúfastur móti konginum, ið vildi drepa hann, tí hann visti, at Jehova Gud hevði sett Saul sum kong. At enda doyði Saul í bardaga. Stutt eftir hetta bleiv Dávid kongur, sum Jehova hevði lovað.

„Eg skal í allar ævir grundfesta kongadømi hansara.“ — 2 Sámuel 7:13

Dávid kongur vildi fegin byggja Jehova eitt tempul. Men Jehova segði við Dávid, at ein av eftirkomarum hansara skuldi gera tað. Hesin vísti seg at vera sonur Dávids, Sálomo. Men Gud lønti Dávidi við at gera ein serligan sáttmála við hann: Í hansara ætt skuldi koma ein kongsætt, ið var øðrvísi enn allar aðrar. Úr hesi ættini skuldi at enda frelsarin ella avkomið, sum lyfti var givið um í Eden, koma. Hesin skuldi vera Messias, ið merkir „hin Salvaði“, sum var útnevndur av Gudi. Jehova lovaði, at Messias skuldi stjórna einum kongaríki, sum skuldi standa í allar ævir.

Sera takksamur savnaði Dávid nógv tilfar og virðismikil metal til tempularbeiðið. Hann gjørdi eisini orð og lag til nógvar innblástar sálmar. Stutt áðrenn Dávid doyði, ásannaði hann: „Andi [Jehova] talar í mær, orð Hansara eru á tungu míni.“ — 2 Sámuel 23:2.

— Grundað á Fyrru Sámuelsbók; Seinnu Sámuelsbók; Fyrru Krønikubók; Esaias 9:7; Matteus 21:9; Lukas 1:32; Jóhannes 7:42.

LÆR MEIRA

BÍBLIAN — HVØR ER BOÐSKAPURIN?

Góðir kongar og óndir kongar

Hví bleiv Ísrael býtt sundur í tvey ríki?