Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Bíblian — hvør er boðskapurin?

 8. PARTUR

Ísraelsmenn fara inn í Kána’an

Ísraelsmenn fara inn í Kána’an

Við Josva á odda hertaka ísraelsmenn Kána’an. Jehova gevur dómarunum heimild at bjarga fólki sínum undan kúgan

FLEIRI hundrað ár, áðrenn Ísrael fór inn í Kána’an, hevði Jehova lovað eftirkomarunum hjá Ábrahami hetta landið. Nú vóru ísraelsmenn, við Josva á odda, til reiðar at taka landið, sum teimum var lovað.

Gud hevði dømt kána’anitar at vera fyribeindar. Teir høvdu fylt landið við ógvisligum og grovum kynsligum gerðum og eirindaleysum blóðbaði. Hetta var orsøkin til, at býirnir í Kána′anslandi, sum ísraelsmenn hertóku, skuldu leggjast fullkomiliga í oyði.

Áðrenn teir hertóku landið, sendi Josva kortini tveir njósnarar hagar. Teir komu til býin Jeriko, har teir fingu innivist hjá eini kvinnu, ið æt Rahab. Hon vardi teir, hóast hon visti, at teir vóru ísraelsmenn. Rahab trúði á Gud Ísraels, tí hon hevði hoyrt, hvussu Jehova hevði bjargað sínum fólki. Hon fekk njósnararnar at gera eið uppá, at hon og húski hennara skuldu verða spard.

Seinni, tá herur ísraelsmanna fór inn í Kána’an og skuldi taka Jeriko, fekk Jehova við einum undri múrarnar í býnum at rapla. Hermenninir hjá Josva lupu á Jeriko og løgdu hann í oyði, men Rahab og húski hennara vórðu bjargað. Í einum munadyggum stríði, sum vardi í seks ár, hertók Josva stórar partar av lovaða landinum. Síðani varð landið býtt ímillum ættir Ísraels.

Móti endanum av drúgvu tænastu síni fyri Gudi, kallaði Josva fólkið saman. Hann minti ísraelsmenn á, hvussu Jehova hevði verið um forfedrar teirra og bað teir inniliga tæna honum. Eftir at Josva og teir elstu, sum høvdu tænt saman við honum, vóru deyðir, vendu ísraelsmenn sær kortini frá Jehova og hildu seg til falskar gudar. Í umleið 300 ár helt tjóðin seg ikki altíð til lógirnar frá Jehova. Í hesum tíðarskeiðinum loyvdi Jehova fíggindum hjá ísraelsmonnum, teirra millum filistarunum, at kúga fólkið. Men tá ísraelsmenn bønaðu Jehova um hjálp, setti hann dómarar — til samans 12 — at bjarga teimum undan fíggindum teirra.

Dómaratíðin, sum er lýst í Dómarabókini, byrjaði við Otniel og endaði við Samsoni, sterkasta manni, sum livað hevur. Grundleggjandi sannleikin, sum ferð eftir ferð verður staðfestur í spennandi frásøguni í Dómarabókini, er hesin: At vera Jehova lýðin ber signing við sær, ólýdni elvir til vanlukku.

— Grundað á Bók Josva; Dómarabókina; Triðju Mósebók 18:24, 25.