Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Mín bíbliusøgubók

Mín bíbliusøgubók
Jesus tosar við børn

HETTA er ein bók við sonnum søgum. Allar eru úr bestu bókini í heiminum, Bíbliuni. Tær greiða frá heimssøguni, frá Gud fór undir at skapa og heilt til okkara tíð. Tær siga eisini frá tí Gud lovar at gera í framtíðini.

Bókin gevur innlit í tað Bíblian snýr seg um. Hon sigur frá persónum í Bíbliuni og tí teir gjørdu. Hon greiðir eisini frá tí deiligu vónini um ævigt lív í einum paradísi á jørðini, sum Gud gevur menniskjum.

Í bókini eru 116 søgur. Tær eru býttar í átta partar. Á einari síðu framman fyri hvørjum parti er í stuttum greitt frá tí hesin parturin inniheldur. Sagt verður frá hendingunum í somu raðfylgju sum tær vóru. Tað hjálpir tær at læra, nær tær fóru fram í mun til aðrar hendingar.

Bókin brúkar eitt heilt einfalt mál. Nógv børn munnu sjálv duga at lesa hana. Og tit foreldur fáa at síggja, at tey smærru børnini fegin vilja hoyra tykkum lesa søgurnar aftur og aftur. Ja, í hesi bókini er nógv áhugavert fyri bæði ung og gomul.

Síðst í hvørjari søgu verður víst til tað í Bíbliuni, sum hon byggir á. Tað er gott at blaða upp í Bíbliuna og lesa hesi pettini.

Í hesari bókini eru bíbliuuppafturtøkurnar umskrivaðar til eitt mál sum er lætt at skilja hjá børnum. Aftan á hvørja søgu er víst til tað bíbilska keldutilfarið.