Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 116: Hvussu fáa vit ævigt lív?

Søga 116: Hvussu fáa vit ævigt lív?

SÆRT tú hvat tann lítla gentan og vinir hennara lesa? Ja, ta somu bókina sum tú lesur — Mína bíbliusøgubók. Og tey lesa eisini ta søguna sum tú lesur beint nú — "Hvussu fáa vit ævigt lív?“

Ein drongur lesur

Hvat heldur tú so tey fáa at vita? Fyri tað fyrsta mugu vit læra um Jehova og son hansara Jesus um vit skulu fáa ævigt lív. Bíblian sigur: ’Hetta er vegurin til ævigt lív: Lær um hin sanna Gud, og um son hansara sum hann sendi til jarðar, Jesus Kristus.’

Hvussu kunnu vit læra um Jehova Gud og son hansara Jesus? Til dømis við at lesa Mína bíbliusøgubók úr enda í annan. Hon sigur nógv um Jehova og Jesus, heldur tú ikki? Hon sigur eisini frá nógvum teir hava gjørt, og frá tí teir fara at gera. Men vit skulu ikki bert lesa hesa bókina.

Ein bíblia

Sært tú bókina ið liggur á gólvinum? Tað er Bíblian. Fá onkran at lesa tey stykkini í Bíbliuni fyri tær sum søgurnar í hesari bókini byggja á. Bíblian sigur okkum frá øllum sum vit mugu vita fyri at tæna Jehova á rættan hátt og fáa ævigt lív. Tí eiga vit at gera tað til ein vana at lesa ofta í Bíbliuni. Tað allarbesta er um vit lesa í Bíbliuni hvønn dag.

Men tað er ikki nóg mikið at læra um Jehova Gud og Jesus Kristus. Vit kunnu gott vita eina rúgvu um teir og tað teir hava lært okkum, uttan kortini at fáa ævigt lív. Hvat mugu vit so gera, tá tað ikki er nóg mikið at læra um Jehova og Jesus Kristus?

Vit skulu eisini liva eftir tí vit læra. Minnist tú Judas Iskariot? Hann var ein av teimum 12 útvaldu ápostlunum. Hann visti nógv um Jehova og Jesus. Men hvussu gekst honum? Hann gjørdist so við og við sjálviskur, og hann gav Jesus upp til fíggindarnar fyri 30 silvurstykki. Judas fær ikki ævigt lív.

Minnist tú Gehazi, hann vit hoyrdu um í 69. søguni? Hann fekk hug á klæðum og pengum sum hann einki átti í. Og hann leyg fyri at fáa tað. Men Jehova straffaði hann. Og hann straffar eisini okkum um vit ikki lýða lógum hansara.

Men nógv menniskju hava trúføst tænt Gudi. Teimum vilja vit heldur líkjast, heldur tú ikki? Hin lítli Sámuel er eitt gott dømi. Minst til at vit í 55. søgu lærdu, at hann bert var fýra ella fimm ára gamal tá hann byrjaði at tæna Jehova við tabernaklið. Tað bilar ikki hvussu ung vit eru, eingin er ov ungur at tæna Jehova.

Sjálvandi vilja vit øll helst líkjast Jesusi Kristi. Longu meðan hann var drongur var hann í templinum fyri at tosa við onnur um himmalska Faðir sín. Tað sóu vit í tí 87. søguni. Latið okkum gera sum hann. Latið okkum fortelja so nógvum sum møguligt um okkara undursama Gud, Jehova, og son hansara Jesus Kristus. Gera vit alt hetta, kunnu vit fáa ævigt lív í nýggja paradísi Guds á jørðini.

Jóhannes 17:3; Sálmur 145:1-21.