Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

8. Partur: Tað sum er fráboðað í Bíbliuni gongur út

8. Partur: Tað sum er fráboðað í Bíbliuni gongur út

Bíblian sigur ikki bert sannleikan um tað ið hendi fyrr í tíðini, hon sigur eisini frá tí sum skal henda í framtíðini. Vit menniskju duga ikki frammanundan at siga frá tí ið skal henda. Tí vita vit at Bíblian er frá Gudi. Hvat sigur Bíblian meðni um framtíðina?

Hon sigur frá tí stóra krígnum hjá Gudi. Í hesum krígnum fer Gud at reinsa allan óndskap og øll ónd menniskju burtur av jørðini, men hann verjir tey ið tæna honum. Kongurin Jesus Kristus skal syrgja fyri at tænarar Guds liva í friði og lukku, og at teir ongantíð aftur verða sjúkir ella doyggja.

Heldur tú ikki tað er deiligt at Gud vil skapa eitt nýtt paradís á jørðini? Men vit mugu gera nakað um vit skulu sleppa at liva í Paradísinum. Í tí seinastu søguni í bókini hoyra vit hvat vit mugu gera um vit skulu uppliva alt tað deiliga Gud fer at geva teimum ið tæna honum. Les nú 8. PART og vita hvat Bíblian sigur um framtíðina.

Ein mynd av paradísi