Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 111: Drongurin ið sovnaði

Søga 111: Drongurin ið sovnaði

Á NEI! Hvat er hent? Er drongurin sum liggur í túninum illa skaddur? Hygg, annar av teimum ið koma út úr húsinum er Paulus! Sært tú eisini Timoteus? Man drongurin vera dottin út gjøgnum vindeygað?

Paulus kemur at vakja Eutykus til lívs aftur

Ja, hann er. Paulus helt fyrilestur fyri lærisveinunum her í Troas. Hann visti at tað fór at ganga long tíð áðrenn hann skuldi síggja teir aftur, tí hann noyddist at fara víðari við einum skipi ið skuldi sigla dagin eftir. Tí talaði hann heilt til midnátt.

Drongurin eitur Eutykus. Hann sat við vindeygað — og sovnaði. Hann fell saman og datt út gjøgnum vindeygað á triðju hædd! Nú skilur tú helst hví menninir síggja so stúrnir út. Tá teir koma til hansara síggja teir at tað sum teir bóru ótta fyri, er hent! Drongurin er deyður. Syrgiligt at hetta skuldi henda tað seinasta kvøldið Paulus er hjá lærisveinunum í Troas.

Tá Paulus sær at drongurin er deyður, leggur hann seg yvir hann og tekur tvørtur um hann. So sigur hann: ’Verið ikki bangin, drongurin livir!’ Og tað ger hann. Tað er eitt undur! Paulus hevur vakt hann til lívs aftur. Tá varð stór gleði hjá øllum.

Síðan fara tey uppá aftur og fáa sær at eta. Paulus heldur áfram at tala til tað verður morgun. Men tú skilur nokk at Eutykus sovnar ikki aftur! So fara Paulus, Timoteus og vinir teirra um borð á skipið. Veitst tú hvar teir fara?

Paulus hevur beint nú endað triðju trúboðaraferð sína, og hann er á heimleið. Á ferðini hevur Paulus búð í Efesus í trý ár. So henda ferðin er uppaftur longri enn onnur ferðin hjá honum.

Eftir at hava verið í Troas, leggur skipið at í Milet. Tað er ikki so langt úr Milet til Efesus, og Paulus sendir boð eftir teimum elstu í samkomuni har og biður teir koma til Milet, so hann fær tosað við teir fyri seinastu ferð. Hann talar blídliga og upplívandi til teirra. Hugsa tær hvussu keddir teir eru tá skipið skal avstað og teir mugu siga Paulusi farvæl!

Umsíðir kemur skipið til Kesarea. Meðan Paulus býr her hjá lærisveininum Filip, kemur profeturin Agabus og ávarar Paulus. Hann sigur at Paulus verður fangaður í Jerúsalem. Og tað verður hann. Paulus situr í fongsli í tvey ár í Kesarea. Síðan verður hann sendur til Róm so tann rómverski keisarin kann døma hann. Latið okkum nú vita hvat ið hendir á ferðini til Róm.

Ápostlasøgan, kap. 19 til 26.