Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 109: Pætur vitjar Kornelius

Søga 109: Pætur vitjar Kornelius

TAÐ er ápostulin Pætur ið stendur her, og aftan fyri hann standa nakrir av vinum hansara. Men hví boyggir maðurin seg niður fyri Pæturi? Eigur hann at gera tað? Veitst tú hvør hann er?

Pætur møtir Korneliusi

Hann eitur Kornelius. Hann er rómverskur heryvirmaður. Kornelius kennir ikki Pætur, men hann hevur fingið boð um at bjóða honum heim til sín. Nú skalt tú hoyra hvussu tað bar til.

Teir fyrstu lærisveinarnir hjá Jesusi vóru jødar, men Kornelius er ikki jødi. Kortini elskar hann Gud, hann biður til Gud, og hann ger eisini nógv gott fyri onnur. Ein seinnapart vísir ein eingil seg fyri honum og sigur: ’Gud er góður við teg, og hann skal svara tínum bønum. Send boð eftir einum manni ið eitur Pætur. Hann er í Joppe, hjá Símuni, sum býr við sjógvin.’

Beinanvegin sendir Kornelius nakrar menn eftir Pæturi. Dagin eftir, meðan menninir nærkast Joppe, situr Pætur uppi á tí flata takinum á húsinum hjá Símuni. Gud fær Pætur at trúgva at hann sær ein stóran dúk, sum ein posa, koma niður av himli. Í dúkinum eru øll møgulig dýr. Eftir Guds lógum er tað ikki loyvt at eta tey, tey eru órein. Men ein rødd sigur: ’Reis teg, Pætur. Drep og et!’

’Nei!’ sigur Pætur. ’Eg havi ongantíð etið nakað óreint.’ Men røddin sigur: ’Tá Gud sigur tað er reint, eigur tú ikki longur at kalla tað óreint.’ Hetta hendir tríggjar ferðir. So verður posin aftur tikin til himmals. Meðan Pætur hugsar um hetta, koma menninir frá Korneliusi og spyrja eftir Pæturi.

Pætur fer oman og sigur: ’Tað er mær tit leita eftir. Hví eru tit komnir higar?’ Teir greiða frá at ein eingil hevur biðið Kornelius bjóða Pæturi heim, og Pætur sigur at hann skal koma heim við teimum. Dagin eftir fara Pætur og nakrir vinir avstað at vitja Kornelius í Kesarea.

Kornelius hevur savnað skyldfólk og vinir. Tá Pætur kemur, boyggir Kornelius seg niður fyri føturnar á Pæturi, sum tú sært. Men Pætur sigur: ’Reis teg. Eg eri eisini bert eitt menniskja.’ Ja, Bíblian vísir at tað er skeivt at boyggja seg niður og tilbiðja eitt menniskja. Vit eiga bert at tilbiðja Jehova.

Nú boðar Pætur fyri teimum ið eru samankomin. ’Eg skilji at Gud nú góðkennir øll ið ynskja at tæna honum,’ sigur Pætur. Og meðan hann talar, sendir Gud sín heilaga anda, og hesi fólkini fara at tosa ymisk mál. Teir jødisku lærisveinarnir sum eru við Pæturi undrast, tí teir trúðu at Gud bert hevði tokka til jødarnar. Nú læra teir altso at Gud ikki metir fólk av einari ávísari rasu at vera betri enn fólk av øðrum rasum. Heldur tú ikki tað er gott at minnast til tað?

Ápostlasøgan 10:1-48; 11:1-18; Opinberingin 19:10.