Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 108: Á vegnum til Damaskus

Søga 108: Á vegnum til Damaskus

VEITST tú hvør tað er, ið liggur á jørðini? Tað er Saulus. Minnist tú at tað var hann ið ansaði eftir klæðunum hjá monnunum ið steinaðu Stefanus? Hygg nú hvussu bjart ljósið skínur! Hvat er áfatt?

Aftan á at Stefanus er dripin, gongur Saulus á odda fyri teimum ið søkja at Jesu lærisveinum. Hann fer inn í eitt hús fyri og annað eftir, hálar lærisveinarnar út og setur teir í fongsul. Nógvir lærisveinar rýma til aðrar býir og fara at boða "gleðiboðskapin“ har. Men Saulus fer eftir teimum. Nú er hann á veg til Damaskus. Tá hendir á vegnum nakað heilt ótrúligt.

Knappliga skínur eitt bjart ljós um Saulus. Hann fellur til jarðar, sum vit síggja her. Ein rødd sigur: ’Saulus, Saulus! Hví søkir tú at mær?’ Teir ið fylgjast við honum, síggja ljósið og hoyra røddina, men teir skilja ikki tað ið verður sagt.

Eitt ljós blindar Saulus

’Hvør ert tú, Harri?’ spyr Saulus.

’Eg eri tann Jesus, sum tú søkir at,’ sigur røddin. Tað sigur Jesus tí Saulus søkir at lærisveinum hansara, og Jesus kennir tað, sum er tað hann sjálvur ið verður atsøktur.

Nú spyr Saulus: ’Hvat skal eg gera, Harri?’

’Reis teg og far inn í Damaskus,’ svarar Jesus. ’Har fært tú at vita hvat tú skalt gera.’ Tá Saulus reisir seg og letur eyguni upp, sær hann einki. Hann er blindur! Menninir taka í hondina á honum og leiða hann til Damaskus.

Jesus sigur nú við ein av lærisveinum sínum í Damaskus: ’Ánanias, far til gøtuna sum kallast Hin Beina. Inni hjá Judasi skalt tú spyrja eftir einum manni ið eitur Saulus. Hann havi eg útvalt til mín serliga tænara.’

Ánanias ger eftir boðunum. Tá hann hittir Saulus, leggur hann hendurnar á hann og sigur: ’Harrin hevur sent meg fyri at tú skalt fáa sjónina aftur og verða fyltur við heilagum anda.’ Við tað sama fellur nakað sum skøl frá eygunum á Saulusi, og hann sær aftur.

Saulus boðar við stórari kraft fyri fólki úr nógvum tjóðum. Hann verður kendur sum ápostulin Paulus; vit skulu hoyra nógv meir um hann. Men latið okkum fyrst vita hvat Gud sendir Pætur at gera.

Ápostlasøgan 8:1-4; 9:1-20; 22:6-16; 26:8-20.