Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 103: Gjøgnum stongdar dyr

Søga 103: Gjøgnum stongdar dyr

TÁ Pætur og Jóhannes eru farnir frá grøvini har Jesu likam var, er Maria einsamøll eftir. Hon fer at gráta, og so hyggur hon inn í grøvina, sum vit sóu á tí seinasta bílætinum. Har sær hon tveir einglar! Teir spyrja hana: ’Hví grætur tú?’

Maria svarar: ’Tí teir hava tikið Harra mín, og eg veit ikki hvar teir hava lagt hann.’ Hon vendir sær við og sær ein mann. Hann spyr hana: ’Hvørjum leitar tú eftir?’

Maria heldur at tað er urtagarðsmaðurin, og at hann hevur tikið Jesu likam. Hon sigur tí: ’Hevur tú tikið hann, sig mær so hvar tú hevur lagt hann.’ Men maðurin er Jesus. Hann vísir seg í einum likami sum Maria ikki kennir aftur. Men tá hann sigur navnið á henni, veit hon at tað er Jesus. Hon rennur nú til lærisveinarnar og sigur: ’Eg havi sæð Harran!’

Seinni tann sama dagin eru tveir lærisveinar á veg til bygdina Emmaus, tá kemur ein maður at fylgjast við teimum. Lærisveinarnir eru keddir, tí Jesus er dripin. Men meðan teir ganga, greiðir maðurin teimum frá nógvum í Bíbliuni sum uggar teir. Tá teir steðga fyri at fáa sær at eta, varnast teir at tað er Jesus. So hvørvur Jesus, og teir báðir lærisveinarnir skunda sær aftur til Jerúsalem fyri at siga ápostlunum frá tí sum hendi teimum á vegnum.

Um somu tíð vísir Jesus seg eisini fyri Pæturi. Hinir gleðast tá teir hoyra tað. So koma teir báðir lærisveinarnir til Jerúsalem og hitta ápostlarnar. Teir siga nú frá at Jesus eisini hevur víst seg fyri teimum á vegnum. Og nettupp meðan teir siga frá tí, veitst tú so hvat hendir? Nakað heilt ótrúligt.

Hygg at bílætinum. Jesus vísir seg fyri teimum í stovuni, hóast hurðin er stongd. Nú eru lærisveinarnir glaðir! Er tað ikki ein spennandi dagur? Dugir tú at telja hvussu nógvar ferðir Jesus hevur víst seg fyri lærisveinunum nú? Kanst tú nevna tær fimm ferðirnar?

Jesus vísir seg fyri lærisveinunum

Ápostulin Tummas er ikki har tá Jesus vísir seg fyri teimum. Lærisveinarnir siga við hann: ’Vit hava sæð Harran!’ Men Tummas sigur at hann vil sjálvur síggja Jesus fyrr enn hann trýr tí. Átta dagar seinni eru lærisveinarnir aftur saman í einum rúmi fyri stongdum durum, og nú er Tummas við. Knappliga kemur Jesus til sjóndar inni í rúminum. Nú trýr Tummas.

Jóhannes 20:11-29; Lukas 24:13-43.