Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

7. Partur: Frá Jesus rísur upp til Paulus verður fongslaður

7. Partur: Frá Jesus rísur upp til Paulus verður fongslaður

Triðja dagin eftir at Jesus doyði, varð hann vaktur upp frá deyðum. Tann dagin vísti hann seg fimm ferðir fyri lærisveinunum. Teir fylgjandi fjøruti dagarnar vísti hann seg fleiri ferðir fyri teimum. So fór hann upp til himmals, meðan nakrir av lærisveinunum sóu tað. Tíggju dagar seinni úthelti Gud heilagan anda yvir Jesu lærisveinar sum bíðaðu í Jerúsalem.

Seinni eydnaðist tað fíggindum Guds at seta ápostlarnar í fongsul, men ein eingil fríaði teir út. Mótstøðumenn steinaðu lærisveinin Stefanus til deyða. Men vit hoyra eisini at Jesus valdi ein av mótstøðumonnunum til sín serliga tænara, sum so gjørdist ápostulin Paulus. Trý og eitt hálvt ár eftir at Jesus doyði sendi Gud ápostulin Pætur at boða fyri ikki-jødanum Korneliusi og húsi hansara.

Umleið 13 ár seinni fór Paulus undir fyrstu trúboðaraferð sína. Aðru ferð hann fór út var Timoteus við honum. Paulus og ferðafelagar hansara upplivdu mangt og hvat í Guds tænastu. At enda varð Paulus fongslaður í Róm. Tvey ár seinni varð hann latin leysur, men varð aftur fongslaður og seinni dripin. Hendingarnar í 7. PARTI strekkja seg yvir umleið 32 ár.

Saulus verður blindaður av einum ljósi