Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 98: Á Oljufjallinum

Søga 98: Á Oljufjallinum

HER er Jesus á Oljufjallinum. Teir fýra ið eru við honum, eru ápostlar hansara. Teir báðir brøðurnir Andrias og Pætur eru har, og eisini brøðurnir Jákup og Jóhannes. Langt burturi sært tú Guds tempul í Jerúsalem.

Nú eru tveir dagar farnir síðan Jesus reið inn í Jerúsalem á einum esilsfyli. Tað er týsdagur. Fyrr henda dagin var Jesus við templið. Har royndu prestarnir at taka Jesus og drepa hann. Men teir tordu ikki, tí fólkinum dámdi væl Jesus. Royndu teir at drepa hann nú, fór fólkið at mótmæla.

Jesus og ápostlar hansara

’Giftslangur og slanguyngul!’ rópti Jesus átrúnaleiðararnar. Jesus segði at Gud skuldi straffa teir afturfyri alt tað ónda teir høvdu gjørt. Síðan gekk hann niðan á Oljufjallið, sum liggur beint uttan fyri Jerúsalem, og har spyrja teir fýra ápostlarnir hann um nakað. Veitst tú hvat teir spyrja hann um?

Teimum hevði dámt at vitað nakað um framtíðina. Teir vita at Jesus einaferð skal koyra allan óndskap burtur av jørðini. Men teir vilja vita nær tað verður. Nær kemur Jesus aftur at ráða sum kongur? Nær skal hann beina fyri óndskapinum?

Jesus veit at lærisveinar hansara á jørðini ikki fara at síggja hann tá hann kemur aftur. Hann fer nevniliga at vera í himlinum, og har síggja teir hann ikki. Tí greiðir hann teimum frá ymiskum ið skal henda á jørðini tá hann er blivin kongur í himli. Av tí sum hendir vita teir at tíðin er komin. Men hvat var tað ið skuldi henda?

Jesus sigur at stór kríggj skulu koma, nógv skulu gerast sjúk og svong, har skulu verða nógvar brotsgerðir, og øgiligir jarðskjálvtar. Hann sigur eisini at gleðiboðskapurin um Guds ríki skal boðast um alla jørðina. Hava vit sæð hetta henda í okkara tíð? Ja! Tí vita vit fyri vist at Jesus nú ræður í himlinum. Hann fer skjótt at koyra allan óndskap burtur av jørðini. Tað verður deiligt.

Matteus 21:46; 23:1-39; 24:1-14; Markus 13:3-10.