Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 95: Hvussu Jesus lærir

Søga 95: Hvussu Jesus lærir

EIN dagin sigur Jesus við ein mann at hann skal elska næsta sín. Maðurin spyr: ’Hvør er næsti mín?’ Jesus veit hvat maðurin hugsar um. Maðurin heldur at bara menniskju av somu rasu sum hann sjálvur ella við somu trúgv sum hann, kunnu kallast næsti hansara. Hoyr nú hvat Jesus sigur við hann.

Við hvørt sigur Jesus frá einari søgu tá hann lærir. Tað ger hann eisini nú. Hann sigur frá einum jøda og einum samverja. Tú hevur longu hoyrt at teimum flestu jødum ikki dámar samverjar. Her kemur søgan hjá Jesusi:

Ein dagin ferðaðist ein jødi eftir einum fjallavegi til Jeriko. Men hann varð álopin av ránsmonnum. Teir tóku pengarnar hjá honum og slógu hann so hann var um at doyggja.

Seinni kom ein jødiskur prestur framvið eftir vegnum. Hann sá tann avbarda mannin. Hvat mundi hann gera? Hann fór bara yvir um vegin og helt leið síni áfram. Síðan kom aftur ein sera trúgvandi maður framvið. Hann var levitur. Steðgaði hann? Nei, hann hjálpti heldur ikki tí neyðstadda manninum. Á bílætinum sært tú prestin og levitin fara avstað eftir vegnum.

Men hvør er tað ið hjálpir manninum? Hann er samverji. Og hann hjálpir einum jøda. Hann gevur honum heilivág til sárini. Síðan tekur hann jødan við sær til eitt stað har hann kann hvíla seg og blíva frískur.

Hin miskunnsami samverjin

Tá søgan er liðug sigur Jesus við mannin ið setti honum spurningin: ’Hvør av hesum trimum heldur tú vísti seg at vera næsti hjá tí neyðstadda manninum? Var tað presturin, leviturin ella samverjin?’

Maðurin svarar: ’Samverjin. Hann hjálpti tí sligna manninum.’

Jesus sigur: ’Tú segði rætt. Far tú nú og ver móti øðrum sum hann.’

Heldur tú ikki Jesus dugir væl at læra? Vit kunnu læra nógv, nógv týdningarmikið tá vit lurta eftir tí Jesus sigur í Bíbliuni, heldur tú ikki?

Lukas 10:25-37.