Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 94: Hann elskar smá børn

Søga 94: Hann elskar smá børn

HER situr Jesus við einum lítlum dreingi í føvninginum. Tú sært at Jesus er góður við børn. Menninir ið hyggja at, eru ápostlar hansara. Hvat sigur Jesus við teir? Tað skalt tú fáa at vita.

Jesus og lærisveinarnir eru nettupp afturkomnir av einari langari ferð. Á ferðini hava lærisveinarnir verið ósamdir. Tí spyr Jesus teir, nú teir eru afturkomnir: ’Hvat kjakaðust tit um á vegnum?’ Jesus veit tað longu. Men hann spyr fyri at vita um ápostlarnir sjálvir vilja siga honum tað.

Jesus og eitt barn

Ápostlarnir svara ikki, tí teir kjakaðust um hvør teirra ið var størstur. Nakrir vilja vera meir enn hinir. Hvussu man Jesus nú læra teir at tað er skeivt sjálvur at vilja vera fremstur?

Hann rópar ein lítlan drong og setur hann framman fyri teir. So sigur hann við lærisveinarnar: ’Minnist nú til tað sum eg sigi. Um tit ikki broyta tykkum og verða sum smá børn, koma tit aldri inn í Guds ríki. Tann størsti í Ríkinum er tann ið verður sum hetta lítla barnið.’ Veitst tú hví Jesus segði tað?

Jú, smá børn hugsa ikki um at vera meir enn hini. Ápostlarnir skuldu altso læra at verða sum børn í so máta, og ikki kjakast um hvør ið var størstur ella hevði mest at siga. Teir skuldu heldur vera lítillátaðir og eyðmjúkir.

Jesus vísir fleiri ferðir hvussu góður hann er við smá børn. Einaferð koma nøkur til hansara við børnunum hjá sær. Ápostlarnir royna at halda børnunum burtur, men Jesus sigur: ’Latið tey smáu børnini koma til mín. Tit mugu ikki forða teimum, tí Guds ríki hoyrir fólki sum teimum til.’ So tekur Jesus børnini í føvningin og vælsignar tey. Hann er góður við tey, og teimum dámar hann. Er tað ikki gott at vita at Jesus elskar smá børn?

Matteus 18:1-4; 19:13-15; Markus 9:33-37; 10:13-16.