Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 92: Jesus vekur upp deyð

Søga 92: Jesus vekur upp deyð

GENTAN her er 12 ára gomul. Jesus heldur í hondina á henni, og pápin og mamman standa við síðuna av. Veitst tú hví tey síggja so glað út? Tað skalt tú fáa at vita.

Jesus reisir upp dóttur Jairusar

Pápin er ein mætur maður ið eitur Jairus. Ein dagin verður dóttir hansara sjúk, og hon verður løgd í song. Men hon verður ikki betri. Hon bara versnar. Jairus og kona hansara verða bangin, tí tað sær út sum lítla gentan hjá teimum fer at doyggja. Hon er einasta dóttir teirra. So fer Jairus út at leita eftir Jesusi. Hann hevur hoyrt um øll undurverkini Jesus ger.

Tá Jairus kemur fram á Jesus, er fult av fólki rundan um hann. Men Jairus smoykir sær innum og fellur niður fyri føturnar á Jesusi. ’Dóttir mín er so sjúk, so sjúk,’ sigur hann. ’Vilt tú ikki koma og gera hana fríska?’ biður hann. Tað lovar Jesus.

Meðan tey ganga, skumpar mannamúgvan í heilum fyri at koma nærri. Knappliga steðgar Jesus á. ’Hvør nam við meg?’ spyr hann. Hann føldi eina kraft fara út frá sær, tí veit hann at onkur hevur nomið við hann. Men hvør? Tað er ein kvinna sum hevur verið sjúk í 12 ár. Hon kom og nam við klæðini hjá Jesusi, og varð frísk! Tað er eitt undur, og glað fer hon sín veg.

Nú kennir Jairus seg betur, tí hann sær hvussu lættliga Jesus grøðir fólk. Men tá kemur ein boðberi. ’Ger ikki Jesusi ómak meir,’ sigur boðberin við Jairus. ’Dóttir tín er deyð.’ Jesus hoyrir tað og sigur við Jairus: ’Ver ikki bangin. Hon verður frísk.’

Tá tey umsíðir koma til húsini hjá Jairusi, síggja tey eina rúgvu av fólki ið grætur og illa letur. Men Jesus sigur: ’Grátið ikki. Gentan er ikki deyð. Hon svevur bara.’ Men tey flenna og spotta Jesus, tí tey vita at hon er deyð.

Síðan tekur Jesus foreldrini at gentuni og tríggjar av ápostlunum hjá sær við inn í kamarið sum gentan liggur í. Hann tekur í hondina á henni og sigur: ’Reis teg upp!’ Og nú verður hon livandi, sum tú sært. Hon reisir seg og fer at ganga runt í kamarinum. Tí síggja foreldrini so glað út.

Hetta er ikki fyrstu ferð Jesus hevur vakt ein upp frá deyðum. Tann fyrsti Bíblian sigur frá, er sonurin hjá einari einkju sum býr í býnum Nain. Seinni vekur Jesus eisini upp Lazarus, bróður Mariu og Martu. Tá Jesus valdar sum Guds kongur, fer hann at geva nógvum, nógvum fólki lívið aftur. Heldur tú ikki tað er gleðiligt?

Lukas 8:40-56; 7:11-17; Jóhannes 11:17-44.