Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 86: Stjørnan leiddi teir

Søga 86: Stjørnan leiddi teir
Stjørnufrøðingar

SÆRT tú ta bjørtu stjørnuna annar maðurin peikar á? Hon vísir teimum vegin tá teir fara úr Jerúsalem. Menninir eru úr eysturlondum, og teir kanna stjørnurnar. Teir trúgva at henda nýggja stjørnan skal leiða teir til nakað týdningarmikið.

Tá teir komu til Jerúsalem, spurdu teir: ’Hvar er barnið ið skal verða jødakongur?’ "Jødi“ merkir ísraelsmaður. ’Vit sóu stjørnu hansara har eysturi,’ siga menninir, ’og vit eru komnir at tilbiðja hann.’

Tá Heródes, sum er kongur í Jerúsalem, frættir hetta, verður hann kløkkur. Hann vil ikki at nakar annar kongur skal koma. Tí sendi Heródes boð eftir prestunum og spurdi: ’Hvar skal hesin lovaði kongurin føðast?’ Teir svaraðu: ’Í Betlehem, sigur Bíblian.’

Heródes segði nú við menninar úr eysturlondum: ’Farið og finnið barnið. Sigið mær so frá, tá tit hava funnið tað. Eg vil eisini fegin tilbiðja tað.’ Men í royndum vildi Heródes finna barnið fyri at drepa tað!

Stjørnan flytur seg síðan framman fyri monnunum til Betlehem, og hon steðgar beint uppi yvir staðnum har barnið er. Tá menninir koma inn í húsið, finna teir Mariu og tann lítla Jesus. Teir geva Jesusi gávur. Men seinni ávarar Jehova í einum dreymi menninar ímóti at fara aftur til Heródes. So teir fara ein annan veg heimaftur til land sítt.

Heródes verður ógvuliga illur tá hann nú frættir at menninir úr eysturlondum eru farnir heim. Hann gevur boð um at øll dreingjabørn í Betlehem upp til tvey ára aldur, skulu drepast. Men í góðari tíð ávarar Jehova Jósef í einum dreymi, og Jósef fer við familju síni til Egyptaland. Tá hann seinni frættir at Heródes er deyður, tekur hann Mariu og Jesus við heim til Nazaret. Her er tað Jesus veksur upp.

Hvør fekk hesa nýggju stjørnuna at lýsa, heldur tú? Minst til at stjørnan fyrst leiddi menninar til Jerúsalem. Satan Djevulin vildi drepa Guds son, og hann visti at Heródes í Jerúsalem eisini vildi royna at drepa hann. Tað má altso hava verið Satan Djevulin ið fekk stjørnuna at lýsa á himlinum.

Matteus 2:1-23; Mika 5:1.