Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 85: Jesus verður føddur í einum fjósi

Søga 85: Jesus verður føddur í einum fjósi

VEITST tú hvat hetta er fyri eitt lítið barn? Ja, tað er Jesus. Hann er føddur í einum fjósi. Eitt fjós er eitt hús sum dýrini sova og eta í. Maria leggur Jesus í eina krubbu sum tey plagdu at koyra fóður í til eslini og hini dýrini. Men hví eru Maria og Jósef her hjá dýrunum? Tað er ikki eitt stað at eiga børn, heldur tú?

Nei. Men nú skalt tú fáa at vita hví tey eru her. Augustus, keisarin í Róm, hevur givið boð um at øll skulu fara til tann býin tey eru fødd í, tí nøvnini á teimum skulu skrivast upp. Jósef er føddur í Betlehem. Men tá hann og Maria komu, var einki pláss fyri teimum nakrastaðni. Tí noyddust tey at vera í fjósinum. Og sama dagin átti Maria Jesus. Men sum tú sært feilar honum einki.

Jósef, Maria og lítli Jesus

Sært tú hirðarnar ið koma at síggja Jesus? Teir lógu úti á markini um náttina fyri at ansa eftir seyðinum, og knappliga skein eitt sterkt ljós rundan um teir. Tað var ein eingil! Teir vórðu bangnir, men eingilin segði: ’Verið ikki bangnir! Eg komi við góðum tíðindum til tykkara. Í dag er Kristus, Harrin, føddur í Betlehem. Hann skal frelsa fólkið! Tit finna hann sveipaðan og liggjandi í einari krubbu.’ Tá komu knappliga nógvir einglar og teir tóku at prísa Gudi. Hirðarnir fóru beinanvegin at leita eftir Jesusi, og nú hava teir funnið hann.

Hví er Jesus nakað serligt? Veitst tú hvør hann veruliga er? Jú, minst til at vit í tí fyrstu søguni í hesari bókini tosaðu um fyrsta sonin hjá Gudi. Hann arbeiddi saman við Jehova tá himmalin og jørðin og alt annað varð skapt. Tað er hann ið er Jesus!

Ja, Jehova tók lívið á syni sínum úr himli og flutti tað til Mariu. Og so fór tað lítla barnið at vaksa innan í henni, eins og onnur børn vaksa innan í sínum mammum. Men hetta barnið var sonur Guds. Umsíðir varð Jesus føddur her í einum fjósi í Betlehem. Skilur tú nú, hví einglarnir vóru so glaðir tá teir kundu siga frá at Jesus var føddur?

Lukas 2:1-20.