Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 84: Ein eingil vitjar Mariu

Søga 84: Ein eingil vitjar Mariu

HENDA vakra unga kvinnan er Maria. Hon er av ísraelsfólki og býr í býnum Nazaret. Gud veit at hon er góð og gudsóttandi. Tí hevur hann sent eingil sín Gabriel við boðum til hennara. Veitst tú hvat Gabriel skal siga við Mariu? Nú skalt tú hoyra.

’Eg heilsi tær, tú sum hevur fingið stóra vælvild,’ sigur Gabriel við hana. ’Jehova er við tær.’ Maria kennir ikki tann ið vitjar hana. Hon hevur aldri sæð hann fyrr. Hon verður órólig, tí hon veit ikki hvat hann meinar við. Men Gabriel sissar hana alt fyri eitt.

Maria

’Ver ikki bangin, Maria,’ sigur hann. ’Jehova er góður við teg. Tí vil hann brúka teg til nakað undursamt. Tú skalt skjótt verða við barn og eiga son. Og tú skalt kalla hann Jesus.’

Gabriel sigur víðari: ’Hann skal verða stórur og kallast sonur Guds hins allarhægsta. Jehova skal gera hann til kong, eins og Dávid. Men Jesus skal verða kongur allar ævir, og harradømi hansara fær ongan enda!’

’Hvussu skal tað bera til?’ sigur Maria undrandi við Gabriel. ’Eg eri ikki gift og havi ikki livað saman við nøkrum manni. Hvussu kann eg tá eiga eitt barn?’

’Guds kraft skal koma yvir teg,’ svarar Gabriel. ’Tí skal barnið kallast sonur Guds.’ Síðan sigur hann við Mariu: ’Minst til skyldkonu tína Elisabet. Fólk søgdu hon var ov gomul at eiga børn. Men nú fær hon skjótt ein son. Tú skilur at einki er ómøguligt hjá Gudi.’

Nú svarar Maria: ’Eg eri tænastukvinna Jehova. Lat tað verða sum tú hevur sagt.’ So fer eingilin frá henni.

Maria skundar sær at vitja Elisabet. Tá Elisabet hoyrir málið í Mariu, hoppar barnið innan í henni av gleði. Elisabet verður fylt við Guds anda, og hon sigur við Mariu: ’Millum kvinnur ert tú serliga vælsignað.’ Maria verður verandi hjá Elisabet í tríggjar mánaðir, síðan fer hon heim til Nazaret.

Maria skal giftast við einum manni ið eitur Jósef. Men tá Jósef frættir at Maria skal hava eitt barn, heldur hann ikki at hann eigur at gifta seg við henni. Tá sigur eingil Guds við hann: ’Ver ikki bangin fyri at gifta teg við Mariu. Tað er Gud ið hevur givið henni ein son.’ Maria og Jósef giftast, og tey bíða nú eftir at Jesus skal verða føddur.

Lukas 1:26-56; Matteus 1:18-25.


LÆR MEIRA

Maria — Eg eri tænastukvinna Jehova

Hvat avdúkaði Maria um sína trúgv við svarinum, hon gav einglinum Gabrieli? Hvørjar aðrar góðar eginleikar hevði Maria?