Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 100: Jesus í urtagarðinum

Søga 100: Jesus í urtagarðinum

TÁ teir eru farnir úr rúminum á fyrstu hædd, fara Jesus og ápostlarnir út í urtagarðin Getsemane. Her hava teir ofta verið. Jesus biður teir nú ikki sova, men biðja. Sjálvur fer hann eitt petti burturfrá og leggur seg á knæ við andlitinum móti jørðini fyri at biðja til Faðir sín í himli.

Løtu seinni kemur Jesus aftur til ápostlarnar. Hvat heldur tú teir gera? Teir sova! Tríggjar ferðir biður Jesus teir vaka, men hvørja ferð hann kemur aftur, sova teir. ’Hvussu fáa tit sovið eina stund sum hesa?’ spyr Jesus tá hann kemur aftur seinastu ferðina. ’Tímin er komin tá eg skal latast í fíggindahendur.’

Og nú hoyrist gangur. Hygg! Har koma menn við svørðum og gøssum! Teir hava kyndlar at lýsa fyri sær. Tá teir eru komnir nærri, kemur ein teirra fram og fer beint til Jesus. Hann kyssir Jesus sum tú sært á bílætinum. Tað er Judas Iskariot! Hví kyssir hann Jesus?

Judas svíkur Jesus

Jesus spyr: ’Judas, svíkur tú meg við einum kossi?’ Ja, kossurin er eitt tekin. Tað skal siga monnunum ið eru við Judasi hvør Jesus er. Tað er hann teir vilja hava fatur á, og teir koma fram og taka hann. Men Pætur vil ikki lata teir fáa Jesus uttan bardaga. Hann dregur svørðið hjá sær og høggur eftir tí nærmasta manninum. Svørðið strýkur fram við høvdinum á manninum og høggur høgra oyrað av. Men Jesus ætlar ikki at teir skulu gera nøkrum menniskja fortreð, tí nertur hann við oyrað á manninum og grøðir tað.

Jesus sigur við Pætur: ’Koyr svørðið í aftur slíðran. Heldur tú ikki at eg kann biðja Faðir mín senda fleiri túsund einglar at bjarga mær?’ Jú, tað kann hann. Men Jesus biður ikki Gud senda nakran eingil, tí hann veit at tíðin er komin tá fíggindarnir skulu taka hann. Hann letur teir føra seg burtur. Latið okkum nú vita á næstu síðu hvat hendir Jesusi.

Matteus 26:36-56; Lukas 22:39-53; Jóhannes 18:1-12.