Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 81: Álit á at Gud hjálpir

Søga 81: Álit á at Gud hjálpir

NÆRUM 50.000 fólk fara við ta longu ferðina úr Bábylon til Jerúsalem. Og tá tey koma fram, síggja tey at alt er avtoftað. Eingin býr har. Býurin hevur verið púra oyðin sum Gud hevði sagt gjøgnum profetar sínar. Ísraelsmenn mugu byggja alt aftur av nýggjum.

Eitt hitt fyrsta teir byggja er eitt altar. Tað er eitt stað har teir kunnu lata dýraoffur, altso gávur, til Jehova. Fáar mánaðir seinni fara teir undir at byggja templið. Men í grannalondunum búgva fíggindar ið ikki vilja at ísraelsmenn skulu byggja tað. At enda fáa fíggindarnir tann nýggja kongin í Persia at gera eina lóg ið forbjóðar fólkinum at byggja. Og so við og við steðgar byggingin.

Árini ganga. Nú eru 17 ár liðin síðan ísraelsmenn komu aftur úr Bábylon. Jehova sendir profetar sínar Haggai og Zakarias fyri at geva fólkinum boð um at fara undir aftur byggingina. Fólkið lítur á at Gud hjálpir og ger sum profetarnir siga. Tey fara altso aftur at byggja, hóast lógin sigur at teir ikki skulu.

Tá kemur ein persiskur embætismaður ið eitur Tatnai og spyr um teir í grundini hava loyvi at byggja templið. Ísraelsmenn greiða frá at Kýrus kongur, tá teir vóru í Bábylon, segði við teir: ’Farið til Jerúsalem og byggið tempul Jehova Guds tykkara.’

Tatnai sendir bræv til Bábylon og spyr um Kýrus, sum nú er deyður, veruliga hevur sagt tað. Skjótt kemur bræv aftur frá tí nýggja persarakonginum. Har stendur at tað hevur Kýrus veruliga sagt. ’Lat ísraelsmenn byggja Gudi sínum tempul,’ skrivar kongurin, ’og tú skalt hjálpa teimum.’ Eftir fýra árum er templið liðugt, og glaðir eru ísraelsmenn.

Nú ganga aftur nógv ár, nærum 48 ár eftir at templið varð liðugt. Fólkið í Jerúsalem er fátækt, og hvørki býurin ella templið er nakað prýði. Í Bábylon hoyrir ísraelsmaðurin Ezra at tempul Guds treingir til ábøtur. Hvat heldur tú hann nú ger?

Ezra fer til persarakongin Artaxerxes, og hesin góði kongurin gevur Ezra nógvar gávur við til Jerúsalem. Ezra biður teir ísraelsmenninar sum enn eru í Bábylon hjálpa sær at føra gávurnar til Jerúsalem. Umleið 6000 eru fúsir. Teir fara avstað við nógvum silvuri og gulli og øðrum dýrgripum.

Ezra er stúrin tí so nógvir ránsmenn eru á leiðini teir skulu. Teir kunnu koma og drepa teir og stjala silvurið og gullið. Ezra kallar fólkið saman, sum tú sært á bílætinum. Saman biðja tey Jehova um hann vil vera við teimum og verja tey móti vandum á tí longu ferðini til Jerúsalem.

Ezra og fólkið biðja

Og Jehova verjir tey. Aftan á at hava ferðast í fýra mánaðir koma tey í øllum góðum til Jerúsalem. Vísir tað ikki at Jehova er mentur at verja tey ið líta á hann?

Ezra, kapitlini 2 til 8.