Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 80: Guds fólk fer úr Bábylon

Søga 80: Guds fólk fer úr Bábylon

NÆSTAN tvey ár eru liðin síðan medarar og persarar tóku Bábylon. Og hygg nú! Ja, ísraelsmenn fara úr Bábylon. Hvussu ber tað til? Hvør læt teir fara?

Tað gjørdi Kýrus, persarakongur. Langt áðrenn Kýrus varð føddur læt Jehova profet sín Esaias skriva um hann: ’Tú skalt gera júst tað eg vil hava teg at gera. Portrini skulu standa opin, so tú fært tikið býin.’ Og so var. Kýrus gekk á odda tá Bábylon varð tikin. Medarar og persarar sluppu um náttina inn í býin gjøgnum nøkur portur ið ikki vóru stongd.

Men Jehova profetur Esaias hevði eisini sagt at Kýrus skuldi geva boð um at Jerúsalem og templið skuldu byggjast aftur. Gjørdi Kýrus tað? Ja. Hoyr hvussu hann sigur við ísraelsmenn: ’Tit skulu fara til Jerúsalem og byggja tempul Jehova Guds tykkara aftur.’ Og tað er tað hesir ísraelsmenn fara at gera.

Ísraelsmenn fara úr Bábylon

Men ikki allir ísraelsmenn í Bábylon fara við heilt til Jerúsalem. Vegurin er ógvuliga langur, okkurt um 800 kilometrar, og nógv eru ov sjúk ella gomul at ferðast so langt. Og aðrar orsøkir gera at onnur heldur ikki fara. Men við tey ið ikki fara sigur Kýrus: ’Gevið teimum ið fara heimaftur at byggja Jerúsalem og templið, silvur og gull og aðrar gávur.’

Tað gera tey so. Teir ísraelsmenn ið fara aftur til Jerúsalem, fáa nógvar gávur við sær. Kýrus gevur teimum eisini øll íløtini sum Nebukadnezar kongur tók úr Jehova templi, tá hann oyðilegði Jerúsalem.

Tá teir hava ferðast okkurt um fýra mánaðir koma ísraelsmenn til Jerúsalem. Teir koma heim akkurát 70 ár eftir at býurin varð oyðilagdur, og fólkið varð koyrt av landinum so tað lá tómt og oyðið. Men hóast tey nú aftur eru heima í sínum egna landi, koma kortini torførar tíðir. Tað skulu vit hoyra um nú.

Esaias 44:28; 45:1-4; Ezra 1:1-11.