Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 78: Skriftin á vegginum

Søga 78: Skriftin á vegginum
Ein hond skrivar á veggin

HVAT er her á vási? Fólkini halda stóra veitslu. Kongurin í Bábylon hevur bjóðað túsund týðandi gestum. Tey brúka íløtini úr gulli og silvuri sum eru tikin úr Jehova templi í Jerúsalem. Men knappliga síggja tey eina menniskjahond í luftini framman fyri sær, og fingrarnar á henni fara at skriva á veggin. Øll verða frá sær sjálvum av ræðslu.

Belsazar og gestir hansara

Belsazar, abbasonur Nebukadnezar, er kongur nú. Hann rópar at vísmenninir skulu koma inn. ’Tann ið dugir at lesa hesa skriftina fyri mær og siga mær hvat hon hevur at týða,’ sigur kongurin, ’hann skal fáa nógvar gávur, og hann skal verða triðihægstur í ríkinum.’ Men eingin vísmaður er førur fyri at lesa skriftina á vegginum ella siga hvat hon hevur at týða.

Mamman at konginum hoyrir allan gangin og kemur inn í ta stóru matarhøllina. ’Ver ikki bangin,’ sigur hon við kong. ’Í ríki tínum er ein maður ið kennir allar teir heilagu gudarnar. Tá abbi tín Nebukadnezar var kongur, setti hann hann yvir allar vísmenn sínar. Hann eitur Dániel. Send boð eftir honum, so skal hann siga tær hvat hetta hevur at týða.’

Dániel verður beinanvegin leiddur inn. Hann vil ikki hava nakra gávu, men í staðin fyri sigur hann frá orsøkini til at Jehova einaferð koyrdi abba Belsazar, Nebukadnezar, frá kongsvaldinum. ’Hann var hugmóðigur,’ sigur Dániel, ’og Jehova straffaði hann.’

’Og tú visti hvat hendi honum,’ sigur Dániel við Belsazar,’men kortini hevur tú verið líka so hugmóðigur sum hann var. Tú hevur tikið íløtini úr Jehova templi og drukkið úr teimum. Tú hevur prísað gudum tínum úr træi og steini, og tú hevur ikki heiðrað stóra Skapara okkara. Tí læt Gud hondina skriva hesi orðini.’

’Hoyr nú tað ið er skrivað,’ sigur Dániel: ’MENÉ, MENÉ, TEKÉL og UFARSIN.

MENÉ merkir at Gud hevur talt dagar ríkis tíns og gjørt enda á tí. TEKÉL merkir at tú ert vigaður á vektini og funnin ónýtiligur. UFARSIN merkir at ríki títt er givið medarum og persarum.’

Meðan Dániel enn talar, hava medarar og persarar gjørt álop á Bábylon. Teir taka býin og drepa Belsazar. Orðini á vegginum ganga út somu nátt! Men hvat verður nú av ísraelsmonnum? Tað fáa vit skjótt at vita, men latið okkum fyrst vita hvat hendi Dánieli.

Dániel 5:1-31.