Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 76: Jerúsalem verður lagt í oyði

Søga 76: Jerúsalem verður lagt í oyði

NÚ eru 10 ár liðin síðan Nebukadnezar kongur tók allar teir dugnaligastu ísraelsmenninar við sær til Bábylon. Og hygg hvat nú hendir! Teir brenna Jerúsalem. Og teir ísraelsmenn ið ikki eru dripnir, verða tiknir sum fangar til Bábylon. Tú sært hvussu stúrnir ísraelsmenn eru. Nú verða teir tiknir til eitt púra fremmant land, burtur úr sínum egna býi. Hví hevur tað gingist teimum so illa?

Minst til at profetarnir frá Jehova høvdu ávarað um at hetta skuldi henda, um fólkið ikki vendi sær frá sínum óndu gerðum. Men ísraelsmenn lurtaðu ikki eftir profetunum. Teir hildu áfram at tilbiðja falskar gudar í staðin fyri Jehova. Tí høvdu teir uppiborið at verða straffaðir. Tað vita vit av tí at Guds profetur Ezekiel hevur greitt okkum frá øllum tí ónda ísraelsmenn gjørdu.

Veitst tú hvør Ezekiel er? Hann er ein av teimum ungu monnunum sum Nebukadnezar kongur tók við sær til Bábylon meira enn 10 ár áðrenn Jerúsalem varð oyðilagt. Dániel og hansara tríggir vinir, Sadrak, Mesak og Abed-Nego, vórðu eisini tiknir til Bábylon um somu tíð.

Meðan Ezekiel er í Bábylon vísir Jehova honum á undurfullan hátt tað ræðuliga sum fer fram við templið í Jerúsalem. Ezekiel er enn í Bábylon, men Jehova letur hann síggja alt sum hendir við templið í Jerúsalem. Og tað er altso ræðuligt!

’Hygg! Sært tú hvussu illa fólkið ber seg at her við templið?’ sigur Jehova við Ezekiel. ’Hygg, tey hava málað slangur og onnur dýr á allar veggirnar. Og hevur tú sæð, ísraelsmenn tilbiðja tey!’ Ezekiel sær tað, og hann skrivar tað upp.

Fangar á veg úr Jerusalem

’Sært tú tað sum leiðararnir í Ísrael gera í loyndum?’ spyr Jehova Ezekiel. Ja, hann sær eisini tað. Hann sær 70 menn, og allir tilbiðja falskar gudar. Teir siga: ’Jehova sær okkum ikki. Hann er rýmdur úr landinum.’ Teir halda at teir kunnu gera sum teimum lystir, uttan at Jehova sær tað. Men sjálvandi sær Jehova teir, hóast teir royna at krógva seg!

Síðan vísir Jehova Ezekiel nakrar kvinnur ið sita við tempulportrið norðanfyri. Tær tilbiðja tann falska gudin Tammuz. Og hygg at hasum monnunum við inngongdina til templið hjá Jehova! Har eru okkurt um 25 mans. Ezekiel sær teir. Teir boyggja seg eystureftir og tilbiðja sólina! Ein ræðulig gerð!

’Teir virða meg púra einki,’ sigur Jehova. ’Tað er ikki nóg mikið at teir gera tað ið er ónt, men teir gera tað mitt í templinum hjá mær!’ Tí lovar Jehova: ’Teir skulu koma at kenna mína vreiði. Og mær skal ikki tykjast synd í teimum tá teir verða týndir.’

Bert trý ár aftan á at Jehova hevur víst Ezekiel hetta, gera ísraelsmenn uppreistur móti Nebukadnezar kongi. Tað letur kongurin ikki um seg ganga, so hann fer við einum stórum heri í bardaga ímóti teimum. Bábyloniarar kringseta Jerúsalem, so fólkini í býnum ikki sleppa út. Tá hálvtannað ár er gingið bróta bábyloniarar ígjøgnum Jerúsalems múrar og brenna býin í grund. Meginparturin av fólkinum í býnum verður dripin ella tikin til Bábylon sum fangar.

Hví læt Jehova hesa ræðuligu oyðingina koma yvir ísraelsmenn? Tí teir ikki lurtaðu eftir Jehova, og tí teir ikki gjørdu eftir lógum hansara. Tað vísir okkum hvussu umráðandi tað er at vit altíð gera sum Gud sigur.

Í fyrstuni sleppa nøkur at verða verandi í Ísrael. Nebukadnezar kongur setur ein jøda ið eitur Gedalja at hava umsjón við teimum. Men nakrir ísraelsmenn drepa Gedalja. Nú eru teir bangnir fyri at bábyloniarar skulu koma og beina fyri teimum øllum afturfyri tað ónda teir hava gjørt. Teir flýggja so til Egyptalands, og teir noyða Jeremias at koma við sær.

Nú er eingin eftir í Ísrael. Í 70 ár býr eingin í landinum. Tað er púra tómt. Men Jehova lovar at hann skal leiða fólkið heimaftur til landið tá 70 ár eru umliðin. Hvussu man tað nú vera vorðið við Guds fólki, sum er tikið til Bábylon? Tað skalt tú fáa at síggja.

2 Kongabók 25:1-26; Jeremias 29:10; Ezekiel 1:1-3; 8:1-18.