Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 73: Tann seinasti góði kongurin í Ísrael

Søga 73: Tann seinasti góði kongurin í Ísrael

JOSIAS er bara átta ára gamal tá hann verður kongur hjá teimum báðum sunnaru ættunum í Ísrael. Tað er ein ógvuliga ungur aldur fyri ein kong. Í fyrstuni hjálpa nøkur vaksin honum at ráða.

Tá Josias hevur verið kongur í sjey ár, byrjar hann at søkja Jehova. Hann fylgir góðum fyridømum sum Dávidi, Jósafat og Ezekiasi. Longu áðrenn hann er fyltur tjúgu ár ger hann nakað ið krevur stórt dirvi.

Josias kongur og menn hansara bróta avgudamyndir

Flestallir ísraelsmenn hava leingi verið ógvuliga óndir. Teir dýrka falskar gudar. Teir boyggja seg fyri avgudum. Josias fer nú út við monnum sínum at beina fyri allari falskari gudadýrkan í landinum. Tað er eitt stórt arbeiði, tí nógv fólk tilbiðja falskar gudar. Her sært tú Josias og hansara menn bróta avgudamyndirnar í sor.

Síðan setur Josias tríggjar menn at syrgja fyri at templið hjá Jehova verður umvælt. Tað er illa farið, tí leingi hevur eingin lagt í tað. Teir tríggir menninir skulu taka ímóti pengunum ið koma inn til arbeiðið. Meðan teir arbeiða í templinum finnur høvuðspresturin ein dagin nakað sum hevur stóran týdning. Hann finnur sjálva lógbókina sum Jehova læt Móses skriva fyri langari tíð síðan. Hon hevur verið burturi í nógv ár.

Teir bera Josiasi bókina, og hann biður teir lesa hana fyri sær. Meðan Josias nú lurtar, skilur hann at fólkið ikki hevur hildið Jehova lóg. Ísraelsmenn hava ikki tilbiðið Jehova sum teir áttu, men tvørturímóti hava teir tilbiðið avgudar eins og tey óndu fólkini sum búgva rundan um Ísrael. Hann verður so keddur um hetta at hann skræðir klæðini hjá sær sundur, sum tú sært. Hann sigur: ’Jehova er illur við okkum tí fedrar okkara ikki hava hildið lógirnar sum standa í hesari bókini.’

Safan og Josias kongur

Josias biður høvuðsprestin Hilkia um at kanna hvat Jehova fer at gera við tey. Hilkia spyr eina profetinnu sum eitur Hulda, og hon letur hann geva henda boðskapin sum svar frá Jehova til Josias: ’Jerúsalem og alt fólkið skal verða revsað, tí tey hava dýrkað falskar gudar og fylt landið við óndskapi. Men av tí at tú, Josias, hevur gjørt tað ið rætt er, skal revsingin ikki koma fyrr enn tú ert deyður.’

2 Krønikubók 34:1-28.