Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 71: Gud lovar eitt paradís

Søga 71: Gud lovar eitt paradís

HER sært tú eitt bílæt av einum paradísi, soleiðis sum Gud kanska hevur víst sínum profeti Esaiasi tað. Esaias livdi stutt eftir at Jónas var deyður.

Fólk í paradísi

Eitt paradís vil siga "urtagarður“ ella "viðalund“. Minnir bílætið teg um nakað tú fyrr hevur sæð í hesari bókini? Líkist tað ikki tí vakra urtagarðinum Gud skapti til Ádam og Evu? Verður øll jørðin einaferð eitt paradís?

Jehova læt profet sín Esaias skriva um tað nýggja paradísið ið skuldi koma. Hann segði: ’Úlvar og seyðir skulu liva saman í friði. Kálvar og leyvuungar skulu ganga á beiti saman, og smá børn skulu ansa eftir teimum. Eitt pinkubarn skal kunna spæla tætt hjá einari giftslangu uttan at nakað ilt hendir tí.’

’Tað verður aldri,’ siga nógv. ’Á jørðini hevur altíð verið ófriður, og soleiðis fer tað altíð at verða.’ Men minnist tú hvussu tað var vorðið í tí heiminum Gud gav Ádami og Evu?

Jú, Gud setti Ádam og Evu í eitt paradís. Av tí at tey vóru ólýðin mistu tey sítt vakra heim; tey blivu gomul og doyðu. Men alt tað Ádam og Eva mistu, vil Gud geva teimum ið elska hann. Tað hevur hann lovað.

Í tí nýggja paradísinum sum kemur, hendir einki ilt. Har verður fullkomin friður. Øll verða frísk og lukkulig. Har verður sum Gud av fyrstan tíð vildi tað skuldi vera. Hvussu Gud syrgir fyri tí, skulu vit hoyra meira um seinni.

Esaias 11:6-9; Opinberingin 21:3, 4.