Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 70: Jónas og hin stóri fiskurin

Søga 70: Jónas og hin stóri fiskurin

SÆRT tú mannin niðri í sjónum? Hann má vera í stórari neyð, heldur tú ikki? Fiskurin er um at gloypa honum! Veitst tú hvør maðurin er? Hann eitur Jónas. Nú skalt tú hoyra hvussu hann er komin so illa fyri.

Jónas er profetur fyri Jehova. Tað er ikki langt síðan profeturin Elisa doyði, og Jehova sigur við Jónas: ’Far til hin stóra býin Nineve. Fólkið har er ræðuliga ónt, og eg vil at tú skalt siga teimum tað.’

Jónas og stóri fiskurin

Men Jónasi dámar lítið at fara til Nineve. Hann fer við einum skipi ið siglir mótsetta vegin. Jehova heldur lítið um at Jónas roynir at sleppa sær undan. Í staðin fyri at rýmt átti Jónas at litið á Jehova og farið beint til Nineve og gjørt sum Jehova segði. Jehova letur óveður bresta á, og skipið er um at søkka. Sjómenninir verða ræðuliga bangnir, og teir rópa til sínar gudar um hjálp.

At enda sigur Jónas við teir: ’Eg tilbiði Jehova, tann Gud ið hevur skapt himmalin og jørðina. Eg havi roynt at sleppa frá at gera sum Jehova hevur boðið mær.’ Sjómenninir spyrja so: ’Hvat skulu vit gera fyri at fáa veðrið at batna?’

’Blakið meg á sjógv, so slætnar sjógvurin aftur,’ svarar Jónas. Tað dámar ikki sjómonnunum, men tá óveðrið verður verri, kasta teir kortini Jónas fyri borð. Beinanvegin heldur stormurin uppat, og sjógvurin slætnar.

Tá Jónas søkkur niður í sjógvin, gloypir ein stórur fiskur honum. Men hann doyr ikki. Í tríggjar dagar og tríggjar nætur liggur hann í búkinum á fiskinum. Nú angrar hann at hann ikki aktaði Jehova og fór til Nineve. Veitst tú hvat hann ger?

Jónas biður Jehova hjálpa sær. Jehova letur so fiskin spýggja Jónas upp á turt land. Og nú fer Jónas til Nineve. Hetta sigur okkum hvussu umráðandi tað er at vit líta á Jehova og gera alt sum hann sigur, heldur tú ikki?

Jónasar bók í Bíbliuni.