Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 66: Jesabel — hin ónda drotningin

Søga 66: Jesabel — hin ónda drotningin

AFTAN Á Jeroboam kong eru allir kongarnir í norðara tíggjuættaríki Ísraels óndir, men ringastur av øllum er Akab kongur. Veitst tú hví? Høvuðsorsøkin er kona hansara, Jesabel, hin ónda drotningin.

Jesabel er ikki úr Ísrael. Hon er dóttir kongin í Zidon. Hon tilbiður tann falska gudin Ba’al, og hon fær eisini Akab og nógvar ísraelsmenn at tilbiðja Ba’al. Jesabel hatar Jehova og hon drepur nógvar profetar hjá honum. Aðrir noyðast at krógva seg í hellum fyri ikki at verða dripnir. Jesabel fírir ikki fyri at drepa onnur fyri at fáa sín vilja.

Ein dagin er Akab í ringum lag. Jesabel spyr: ‘Hvat feilar tær í dag?’

‘Tað er hasin Nabot,’ svarar Akab. ‘Eg vildi keypa víngarðin hjá honum. Men hann sigur at hann ikki vil selja hann.’

‘Legg tú einki í tað,’ sigur Jesabel. ‘Eg skal fáa tær hann.’

Jesabel skrivar nú til teir fremstu menninar í býnum sum Nabot býr í. ‘Fáið nakrar óreinar menn at siga at Nabot hevur bannað Gudi og kongi,’ skrivar hon. ‘Og takið so Nabot út um býin og steinið hann til deyða.’

So skjótt sum Jesabel frættir at Nabot er deyður, sigur hon við Akab: ‘Far nú og fá tær víngarðin.’ Heldur tú ikki at Jesabel eigur at verða straffað afturfyri at hon gjørdi eina so ræðuliga gerð?

Jesabel drotning

Tá ein tíð er umliðin letur Jehova ein mann ið eitur Jehu straffa hana. Tá Jesabel hoyrir at Jehu er á veg, málar hon eyguni á sær og roynir at gera seg so vakra. Men tá Jehu kemur og sær Jesabel standa fyri vindeyganum, rópar hann til menninar á kongsborgini: ‘Kastið hana niður!’ Menninir gera sum hann sigur; tað sært tú á bílætinum. Teir blaka hana út og hon doyr. Soleiðis gekst tí óndu drotningini Jesabel.

1 Kongabók 16:29-33; 18:1-4; 21:1-16; 2 Kongabók 9:30-37.