Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 64: Sálomo byggir templið

Søga 64: Sálomo byggir templið

ÁÐRENN Dávid doyði, læt hann Sálomo fáa tær byggiætlanirnar til templið sum Gud hevði givið honum. Í sínum fjórða stjórnarári fer Sálomo undir at byggja templið, og tað tekur sjey og eitt hálvt ár at gera tað liðugt. Menn í tíggjutúsundatali arbeiða við templið, og tað kostar nógvar pengar. Tað er tí teir brúka so nógv gull og silvur at prýða tað við.

Tey bæði rúmini sum hava mest at týða í templinum svara til tey bæði rúmini í tabernaklinum. Men í templinum eru tey dupult so stór. Sálomo skipar fyri at sáttmálaørkin verður sett í tað innasta rúmið, og hinir lutirnir úr tabernaklinum verða settir í hitt rúmið. Innasta rúmið verður nevnt ’hitt alraheilagasta’. Hitt rúmið verður nevnt ’hitt heilaga’.

Tá templið stendur liðugt, verður stórt hátíðarhald. Sálomo fellur á knæ framman fyri templinum og biður, soleiðis sum tú sært á bílætinum. ’Enn ikki allur himmalin er nóg stórur til tín,’ sigur Sálomo við Jehova, ’hvussu nógv minni tá ikki hetta templið. Men lurta kortini, á Gud, tá fólk títt biður til tín, vent móti hesum staði.’

Sálomo kongur biður

So títt og knapt Sálomo endar bønina, kemur eldur niður av himli. Eldurin brennir tey dýraofrini ið eru latin. Og templið verður fylt av einum skínandi ljósi frá Jehova. Tað vísir at Jehova hoyrir, og at honum dámar templið og bønina hjá Sálomo. Nú skal fólkið koma til templið, og ikki til tabernaklið, tá tey skulu tilbiðja Gud og bera honum offur.

Leingi stjórnar Sálomo við vísdómi, og fólkið er lukkuligt. Men Sálomo giftir seg við nógvum kvinnum úr øðrum londum sum ikki tilbiðja Jehova. Á bílætinum sært tú eina tilbiðja ein avgud. At enda fáa konurnar eisini Sálomo at tilbiðja aðrar gudar. Veitst tú hvat nú hendir? Sálomo er ikki longur góður við fólkið. Hann verður harður, og nú er fólkið ikki lukkuligt longur.

Sálomo kongur tilbiður ein avgud

Tá ilskast Jehova inn á Sálomo og sigur við hann: ’Eg taki ríkið frá tær og gevi einum øðrum tað. Eg skal ikki gera tað í tínari tíð, men meðan sonur tín er kongur. Kortini skal eg ikki taka alt ríkið frá syni tínum.’ Latið okkum nú vita hvussu hetta gekk út.

1 Krønikubók 28:9-21; 29:1-9; 1 Kongabók 5:1-18; 2 Krønikubók 6:12-42; 7:1-5; 1 Kongabók 11:9-13.