Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 62: Ófriður í Dávids húsi

Søga 62: Ófriður í Dávids húsi

TÁ NÚ Dávid er farin at ráða í Jerúsalem, letur Jehova her hansara vinna nógvar sigrar á fíggindunum. Jehova hevur lovað ísraelsmonnum Kána’ansland. Og nú, at enda, hjálpir Jehova teimum at fáa alt tað landið sum er lovað teimum.

Dávid er ein góður kongur. Hann elskar Jehova. Eitt hitt fyrsta hann ger tá hann hevur tikið Jerúsalem, er at føra sáttmálaørkina hjá Jehova niðan hagar. Hann vil eisini fegin byggja eitt tempul sum hon kann standa í.

Men seinni ger Dávid nakað ræðuligt. Hann veit, at hann ikki eigur at taka tað ið onnur eiga. Men einaferð letur hann seg freista til at taka konuna hjá einum øðrum manni og syrgja fyri at maður hennara verður dripin. Eitt kvøldið, meðan hann gongur uppi á takinum á kongsborgini, hyggur hann niður og ber eyga við eina ógvuliga vakra kvinnu. Hon eitur Batseba, og maður hennara er hermaður hjá Dávidi; hann eitur Uria.

Dávid vil hava fatur á Batsebu, og hann sendir úr kongsborgini boð eftir henni. Maður hennara er burturi í krígnum. Dávid liggur hjá henni, og seinni varnast hon at hon er við barn. Nú verður Dávid bangin. Hann gevur herførara sínum Jóabi boð um at seta Uria fremstan í bardaganum so hann kann verða dripin. Uria doyr, og Dávid giftir seg við Batsebu.

Men nú er Jehova ógvuliga illur við Dávid. Jehova sendir profetin Natan at siga honum hvussu ræðuliga hann hevur syndað. Her á bílætinum sært tú Natan tosa við Dávid. Dávid er ólukkuligur um at hava borið seg so illa at, og tí letur Jehova hann sleppa undan at doyggja. Men Jehova sigur: ’Afturfyri tað ónda tú gjørdi, skalt tú fáa nógvan ófrið í húsi tínum.’ Og tað kemur Dávid at sanna!

Natan leiðbeinir Dávid

Fyrst doyr sonurin hjá Batsebu. Síðan ger fyrstiføddi sonurin hjá Dávidi, Amnon, seg inn á systur sína Tamar og noyðir hana at liggja hjá sær. Sonur Dávid, Absalom, verður so illur um hetta at hann drepur Amnon. Absalom fær nógvar menn í part við sær, og hann ger seg sjálvan til kong. At enda vinnur Dávid á Absalom, og Absalom doyr. Ja, Dávid hevur nógvar sorgir.

Ímeðan eigur Batseba ein son sum kallast Sálomo. Tá Dávid er blivin gamal og sjúkur, roynir sonurin Adonja at gera seg til kong. Men Dávid fær ein prest ið eitur Zadok at salva Sálomo við olju fyri at vísa at Sálomo er tann ið skal vera kongur. Dávid doyr 70 ára gamal. Hann hevur stjórnað í 40 ár, men nú er Sálomo kongur í Ísrael.

2 Sámuel 6:1-15; 11:1-27; 1 Kongabók 1:1-48