Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 57: Gud velur Dávid

Søga 57: Gud velur Dávid
Dávid bjargar einum lambi

SÆRT tú hvat ið er hent? Drongurin hevur bjargað tí lítla lambinum undan bjørnini. Bjørnin kom dragsandi við lambinum og ætlaði sær akkurát at eta tað. Men so kom drongurin rennandi og bjargaði lambinum úr kjaftinum á bjørnini. Og tá bjørnin vendi sær móti dreinginum, tók hann og drap hana! Eina aðra ferð bjargaði drongurin einum seyði undan einari leyvu. Torir hann ikki væl? Veitst tú hvør drongurin er?

Hann eitur Dávid. Hann býr í býnum Betlehem. Abbi hansara æt Obed, ið var sonur Rutt og Boaz. Minnist tú tey? Vit lósu um tey í søgu 51. Og pápi Dávid eitur Ísai. Dávid ansar eftir seyðinum hjá pápa sínum. Hann varð føddur 10 ár eftir at Jehova gjørdi Saul til kong.

Ein dagin sigur Jehova við Sámuel: ’Tak eitt sindur av teirri serligu oljuni og far til húsið hjá Ísai í Betlehem. Eg havi valt ein av synum hansara til kong.’ Tá Sámuel sær tann elsta sonin hjá Ísai, Eliab, sigur hann við seg sjálvan: ’Hasin er tann Jehova hevur valt.’ Men Jehova svarar: ’Hygg ikki eftir hvussu høgur ella vakur hann er. Tað er ikki hann eg havi valt til kong.’

Síðan rópar Ísai son sín Abinadab og leiðir hann fram fyri hin gamla profetin. Men Sámuel sigur: ’Nei, Jehova hevur heldur ikki valt hann.’ So leiðir Ísai sonin Samma fram. ’Nei, hann hevur Jehova heldur ikki valt,’ sigur Sámuel. Ísai leiðir sjey synir fram fyri Sámuel, men ongan teirra hevur Jehova valt. ’Eigur tú ikki fleiri synir?’ spyr Sámuel tá hann hevur sæð allar hinar.

’Tann yngsti er eftir,’ sigur Ísai. ’Men hann er úti og ansar eftir seyðinum.’ So fara teir eftir Dávidi, og Sámuel sær at hann er ein vakur og dámligur drongur. ’Tað er hann,’ sigur Jehova. ’Hann skalt tú salva við olju.’ Sámuel stoytir síðan olju á høvdið á honum. Einaferð skal Dávid vera kongur í Ísrael.

1 Sámuel 17:34, 35; 16:1-13.