Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 56: Saul — fyrsti kongur Ísraels

Søga 56: Saul — fyrsti kongur Ísraels
Sámuel salvar Saul til kong

HER stoytir Sámuel olju út yvir høvdið á manninum. Soleiðis gjørdu tey tá í tíðini fyri at vísa at ein maður varð valdur til kong. Jehova gevur Sámueli boð um at salva Saul við olju. Hetta er ein serlig olja, ið luktar avbera væl. Tá ið olja soleiðis verður stoytt á høvdið á einum manni, siga vit at hann verður salvaður.

Saul helt ikki tað kundi bera til, at hann skuldi vera kongur, hann var ikki nóg góður. ’Eg eri av Benjamins ætt, tí minstu í Ísrael,’ sigur hann við Sámuel. ’Hvussu kanst tú siga at eg skal vera kongur?’ Jehova dámar Saul tí hann ikki letst stórur og týdningarmikil. Og Jehova velur hann til kong.

Men Saul er hvørki lítil ella fátækur. Hann er av ríkum fólki, og hann er høgur og vakur maður. Hann er høvdið hægri enn øll í Ísrael! Hann rennur eisini skjótt, og hann er sterkur. Ísraelsmenn eru glaðir um at Jehova hevur sett Saul til kong. Teir fagna honum og allir rópa: ’Kongurin leingi livi!’

Fíggindar Ísraels eru sterkari enn nakrantíð. Teir eru til stóran ampa fyri ísraelsmenn. Stutt eftir at Saul er vorðin kongur, koma ammonitar at berjast móti teimum. Men Saul savnar ein stóran her, og hann vinnur á ammonitunum. Og fólkið gleðist um at Saul er kongur hjá teimum.

Sum árini líða vinnur Saul, á odda fyri ísraelsmonnum, nógvar sigrar á fíggindunum. Saul eigur ein djarvan son ið eitur Jónatan. Og Jónatan hjálpir eisini Ísrael at vinna nógvar bardagar. Filistararnir eru enn ringastu fíggindar fólksins. Ein dagin kemur ein herur ið telur fleiri túsund filistarar at berjast ímóti Ísrael.

Sámuel sigur at Saul skal bíða eftir honum, tí hann skal bera fram eitt offur, eina gávu, til Jehova. Men Sámuel er nakað seinur. Saul verður bangin fyri at filistarar skulu gera álop, so hann fer bara sjálvur at ofra. Tá nú Sámuel kemur, noyðist hann at siga við Saul at hann hevur verið ólýðin. ’Jehova fer at taka ein annan til kong yvir Ísrael,’ sigur Sámuel.

Seinni er Saul aftur ólýðin. Sámuel sigur: ’Tað er betri at akta Jehova enn at geva hin besta seyðin sum offur. Av tí at tú ikki hevur aktað Jehova, vil hann ikki lata teg verða verandi kong yvir Ísrael.’

Hetta kann læra okkum nakað. Tað lærir okkum hvussu stóran týdning tað hevur at vit altíð akta Jehova. Tað vísir okkum eisini at eitt gott menniskja, sum Saul var, kann broyta seg og gerast ónt. Soleiðis skal tað ikki gangast okkum, skal tað?

1 Sámuel, kapitlini 9-11; 13:5-14; 14:47-52; 15:1-35; 2 Sámuel 1:23.