Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

4. Partur: Frá fyrsta kongi Ísraels til útlegdina í Bábylon

4. Partur: Frá fyrsta kongi Ísraels til útlegdina í Bábylon

Saul varð fyrsti kongurin í Ísrael. Men Jehova vrakaði hann, og Dávid varð kongur í hansara stað. Vit læra nógv um Dávid. Meðan hann enn var ungur, drap hann risan Goliat. Seinni rýmdi hann undan tí øvundsjúka konginum, Saul. Og hin vakra Abigajil forðaði honum í at bera seg býttisliga at.

Vit hoyra síðan nógv um son Dávids Sálomo, ið varð kongur í Ísrael eftir Dávid. Tríggir teir fyrstu kongarnir í Ísrael ráddu í hvør síni 40 ár. Tá Sálomo doyði varð Ísrael býtt sundur í tvey ríki, eitt norðanfyri og eitt sunnanfyri.

Ríkið norðanfyri við tíggju ættum stóð í 257 ár, til assýringar beindu fyri tí. Og 133 ár aftaná varð ríkið sunnanfyri við tveimum ættum eisini lagt í oyði. Nú vórðu ísraelsmenn tiknir fangar og førdir til Bábylon í útlegd. Soleiðis sigur hesin 4. PARTURIN frá 510 árum í søguni. Vit hoyra her um nógvar spennandi hendingar.

Sálomo kongur biður