Stillingar til upplesara

Search

Vel mál

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Far beinleiðis til innihaldið

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 53: Jefta lyfti

Søga 53: Jefta lyfti
Dóttir Jefta

HEVUR tú nakrantíð givið eitt lyfti, og so uppdagað at tað var ringt at halda tað? Tað gjørdi maðurin tú sært á bílætinum, og tí er hann so keddur. Maðurin er Jefta, ein djarvur dómari í Ísrael.

Jefta livir í einari tíð tá ísraelsmenn eru hildnir uppat at tilbiðja Jehova. Aftur gera teir tað ið er ónt. Tí letur Jehova ammonitar gera seg inn á teir. So rópa ísraelsmenn til Jehova: ’Vit hava syndað móti tær. Frels okkum!’

Jefta og menn hansara

Teir angra tað ónda teir hava gjørt. Og teir vísa at teir angra tað, tí teir fara aftur at tilbiðja Jehova. Og so vil Jehova eisini hjálpa teimum aftur.

Fólkið velur Jefta at berjast móti teimum óndu ammonitunum. Jefta ynskir inniliga at Jehova má hjálpa honum í bardaganum. Tí gevur hann Jehova hetta lyftið: ’Um tú letur meg vinna á ammonitunum, skal eg geva tær tað fyrsta sum kemur úr húsi mínum at møta mær, tá eg komi heim aftan á sigurin.’

Jehova hoyrir Jefta lyfti, og hann hjálpir honum at vinna bardagan. Og hvør heldur tú var fyrstur at møta Jefta, tá hann kom heimaftur? Tað var dóttir hansara, einasta barnið hann átti. ’Á, dóttir mín!’ rópar Jefta. ’Tú voldir mær stóra sorg! Eg havi givið Jehova eitt lyfti, og nú kann eg ikki taka tað aftur.’

Tá dóttir Jefta hoyrir um lyftið, verður hon fyrst kedd. Tí tað hevur við sær at hon má fara burtur frá pápa sínum og vinunum. Men restina av lívinum skal hon tæna Jehova við tabernaklið í Silo. Nú sigur hon við pápan: ’Hevur tú givið Jehova eitt lyfti, mást tú halda tað.’

Síðan fer dóttir Jefta til Silo, og restina av lívinum tænir hon Jehova við tabernaklið hjá honum. Fýra dagar á hvørjum ári fara kvinnurnar í Ísrael at vitja hana, og tær gleðast um at vera saman. Fólkið elskar dóttur Jefta, tí hon er ein góður tænari fyri Jehova.

Dómararnir 10:6-18; 11:1-40.