Far beinleiðis til innihaldið

Far til undirvalmynd

Far til innihaldsyvirlit

Jehova vitni

Føroyskt

Mín bíbliusøgubók

Søga 52: Gideon og 300 menn hansara

Søga 52: Gideon og 300 menn hansara

SÆRT tú hvat hendir her? Menninir eru hermenn í Ísrael. Teir boyggja seg niður at fáa sær vatn at drekka. Maðurin ið stendur hjá teimum er dómarin Gideon. Hann hyggur eftir hvussu teir drekka.

Hygg tú eisini væl eftir. Menninir drekka ikki allir líka. Summir boyggja seg niður við høvdinum tætt niður at vatninum. Men ein tekur sær vatn upp í lógvan so hann kann hava eyguni eftir tí ið hendir rundan um hann. Tað hevur stóran týdning, tí Jehova hevur sagt at Gideon bert skal velja sær teir menninar ið hyggja eftir meðan teir drekka. Hinir skulu sendast heimaftur, sigur Gud. Hoyr nú hví.

Ísraelsmenn eru aftur í stórari neyð, tí teir ikki hava aktað Jehova. Fólkini í Midjanslandi hava fingið vald á teimum. Tey fara illa við teimum. Ísraelsmenn rópa til Jehova um hjálp, og hann hoyrir teir.

Jehova býður Gideon at savna ein her, og Gideon savnar 32.000 hermenn. Men ein herur ið telur 135.000 mans er ímóti Ísrael. Hóast tað sigur Jehova við Gideon: ’Tú hevur ov nógvar menn.’ Hví sigur Jehova tað?

Jú, um ísraelsmenn nú vinna bardagan, fara teir kanska at halda seg hava klárað tað í egnari megi. Kanska fara teir at halda at teimum ikki nýtist hjálp frá Jehova. Tí gevur Jehova hesi boð: ’Sig við allar teir menninar ið eru bangnir, at teir skulu fara heim. Tað ger Gideon, og 22.000 hermenn fara heim. So hevur hann bert 10.000 eftir móti øllum teimum 135.000 hermonnunum.

Gideon roynir menn sínar

Men hoyr nú! Jehova sigur: ’Tú hevur enn ov mikið fólk.’ Og so sigur hann at Gideon skal lata menninar drekka vatn úr áarløkinum. Allir ið boyggja seg heilt niður við andlitinum móti vatninum fyri at drekka, skulu sendast heim. ’Eg skal lata teg vinna við teimum 300 monnunum ið hugdu eftir meðan teir drukku,’ lovar Jehova.

Bardagin nærkast í hvørjum. Gideon býtir teir 300 menninar í tríggjar flokkar. Hann gevur hvørjum manni eitt horn, og eina krukku við einum kyndli í. Um midnáttartíð savnast teir runt um leguna hjá fíggindanum. Og alt í einum blása teir allir í hornini, bróta krukkurnar og rópa: ’Svørð fyri Jehova og Gideon!’ Hermenninir í fíggindaherinum vakna og eru púra í ørviti, og teir eru bangnir. Tað ljóðar sum verða teir álopnir av einum stórum heri. Teir taka allir til rýmingar, og ísraelsmenn vinna bardagan.

Dómararnir, kapitlini 6 til 8.